Elektron Deildin Komin Hálvvegis

Elektron deildin væl á veg, og nærum helvtin av dystunum ið skulu spælast online, eru spældir. Nú sæst, hvørji lið man veruliga kann vænta at síggja til finalurnar á LAN tann 5. Juli í Hoyvíkshøllini.

Úrslitini í Elektron deildini eru áleið tað, sum man hevði væntað áðrenn dystirnir byrjaðu. Tað eru Team Ballast, BloodSportGaming, Team TT, og Promillubandin ið liggja í top 4 í løtuni. Tó var óvæntað, at Team Ballast fóru at liggja á odda, eftir at hava vunnið nýggju dystir, uttan at tapa einaferð.
Flestu úrslitini higartil hava ikki verið skelkandi, undantikið tá Blue 1ce vunnu í mótir Promillubandanum 2-1. Tað gekk soleiðis fyri seg, at Blue 1ce vunnu á Mirage 16-10, og á Inferno 16-3. Promillan vunnu tó eina map, sum var Nuke 16-10. Eitt sindur skelkandi fyri summi er eisini, at Team Ballast vunnu 2-0 á Team TT, har Team Ballast vunnu 16-9 á Nuke og 16-10 á Mirage.

Ikki nógv er á muni í millum NoHitWonders og Blue 1ce. Bæði liðini hava spælt 9 spøl, og vunnið 3 av teimum. Tó hava NoHitWonders betri map mun, og tískil liggja betri fyri á stigatalvuni, enn Blue 1ce. Tó hava Blue 1ce víst, at teir kunnu traðka til, um teir veruliga vilja í móti Promillubandanum. NoHitWonders hava eisini spælt væl, og fingið tættar dystir í móti góðum liðum, sum t.d. BloodSportGaming. Dysturin í millum Blue 1ce og NoHitWonders hevur stóran týdning fyri bæði liðini, og tað verður spennandi at síggja úrslitið. Í seinastu atløgu vunnu NoHitWonders 2-1 á Blue 1ce.
Eisini skal gerast vart við, at um tað brádliga gongur minni væl hjá Promillubandanum og gongur framá hjá einum liði sum SpaceCowboy, kunnu hesi liðini býta um pláss í Elektron deildini, so alt er ikki avgjørt enn. Sama kann henda fyri NoHitWonders og Blue 1ce, tó eitt sindur meira skal til.

eSport.fo hevur fingið frágreiðingar frá øllum liðunum í Elektron deildini. 

“Tá vit frá Blue 1ce fingu at vita at vit høvdu møguleikan at koma í Elektron deilduna, søgdu vit ja beinavegin. Vit høvdu kanska ikki tær bestu vónirnar, tí vit eru eitt nýtt lið og hava ikki spælt líka nógv sum hinir í deildini, men vit vóna at hetta fer at menna okkum sum leikarar :)”
– Elmir, Blue 1ce tann 19. Apríl 2018.

“Vit úr BloodSportGaming hava havt nakrar góðar dystir higartil, og gleða okkum til fleiri. Vit hava vunnið allar dystir higartil, og vóna at halda okkum í tí sporinum til kappingin kemur at enda, og við tí vóna vit eisini at vinna. Vit síggja framm til eina góða kapping ímóti nøkrum av Føroya bestu liðum.”
– Frosty, BloodSportGaming tann 19. Apríl 2018.

“Eftir umstøðunum hevur tað gingið hampuligt. Spælið hevur verið gott til tíðir, men úrslitini hava ikki verið við okkum..
SpaceCowboy er eitt spildurnýtt lið, sum ikki hava spælt ella vant nógv saman. Eg havi tó góðar vónir fyri framman, og vænti at vit fara at taka okkum nógv fram. Mínir liðspælarar eru uttan iva serstakliga dugnaligir cs spælarir, sum allir kunnu hardcarry’a á høgum støði. Broytingin frá at pug’a, til at spæla sum eitt lið, er nakað vit líka skulu venja okkum við. Tá vit hava spælt saman eina tíð, fara úrslitini at koma.”
– KingQuantum, Space Cowboys tann 20. Apríl 2018.

“Vit løgdu sterkt út í Elektron-deildini við einum 2-1 sigrið á Blue 1ce, har vit vístu nógvar styrkir og gott samanspæl. Vit hava spælt nakrar sera javnar dystir eisini ímóti nøkrum av topliðunum, t.d. ímóti BloodSportGaming vunnu vit fyrstu mappina og komu í overtime næstu mappina. Tíanverri taptu vit seriuna 2-1, sum vit eisini hava gjørt ímóti nøkrum øðrum liðum. Vit hava tulkað úrslitini eitt vet keðilig, tí nógvir av dystinum hava verði avgjørdir á marginalum, har vit akkurát ikki klára at taka sigurin heim. Í seinnu helvt av Elektron deildini eru vit optimistiskir og royna at rætta uppá feilirnar og verða meira kaldir í teimum avgerðandi løtunum.”
– Sa1nt, NoHitWonders tann 2. Mai 2018.

“Vit løgdu hart út í season 4 í Elektron deildini, eftir at hava fingið ein nýggjan fimta spælara Skríggj. Tó var tíðsmangul hjá honum, og ikki nóg nógv tíð at spæla við liðnum. Hetta førdi við sær, at vit vóru øgiliga tætt at tapa mótir promillu bandanum. Skríggj meldaði seg sum inaktivan á liðnum, og í staðin fyri hann hava vit fingið Happyfeet á liðið. Vit hava síðani spælt øgiliga væl saman og vunnið á bæði øðrum og triðja plássið, Team TT og BloodSportGaming. Nú helvtin av sesongini er farin afturum bak, og vit eru enn undefeated, hava vit sett okkum fyri at fáa fyrsta seed, so at vit kunnu fáa eina betri semifinalu til LAN-kappingina í Juli.”
– UnluckyBird, Team Ballast tann 2. Mai 2018.

“Tad hevur gingið nøkunlunda, men i nøkrum førum hevur tað ikki gingið gott, og vit tapa dystir har vit føra nógv.. urslitini høvdu kunna sæð betur út, men sum heild eru vit nøgdir. Okkara forvæntning er at koma á Lan.”
– Karim, Promillubandin tann 3. Mai 2018.

“Vit hava góðar vónir fyri kappingini, tað hevur gingið sera væl higartil, hóast ein tepran 2-0 ósigur móti Team Ballast, so hava vit øgiliga góðar vónir. Fyrst og fremst skulu vit koma á lan, og har er eitt finalupláss minsta krav.”
– JayJayB, Team TT tann 3. Mai 2018.

Spennandi verður at síggja hvat fyri úrslit vit fara at síggja framyvir í Elektron deildini.
Støðan Elektron deildini sær í løtuni soleiðis út:

Stigatalvan er dagførd 2. mai 2018

Suhgang, ið áður var Team Spik, eru tíverri ikki við í Elektron deildini longur. Trupulleikar vóru innanhýsis í liðnum, ið elvdu til, at liðið hevði ongan annan møguleika, og mátti tískil fara úr Elektron deildini. Hetta merkir, at øll liðini hava fingið 2-0 í móti Suhgang í Elektron deildini.

Cart
  • No products in the cart.