Elektron Deildin – størri innlit um hvat er hent

Nú alt er av, og Elektron deildin veruliga hevur fingið sín enda, gera vit eina samanumtøku av Elektron deildini ið fevnir um hetta kappingarárið, sum sesong 4 fevndi um. Vinningarnir á hesum sinni vóru 58.000 krónur, so tað var nógv uppá spæl.

Í Elektron deildini vóru átta lið, og tá øll liðini hava spælt í móti hvørjum øðrum tvær ferðir, merkir hetta at hvørt lið eigur at hava spælt 14 dystir tilsamans í online úrtøkukappingini. Aftrat hesum 14 dystunum koma dystirnir á LAN. Við í Elektron deildini í sesong 4 vóru:

– Team Ballast
– BloodSportGaming
– SpaceCowboys
– TT Gaming
– NoHitWonders
– Blue 1ce
– Promillu bandin
– Suhgang*
*Suhgang fekk ikki luttikið víðari, stutt eftir at sesongin var byrjað. Tískil fingu øll liðini í Elektron deildini ein 2-0 sigur í øllum dystum í móti Team Suhgang.

Við byrjan av sesongini var mett, at tað vóru TT Gaming og BloodSportGaming, ið vóru favorittarnir, við Team Ballast og Promillubandanum á 3. og 4. Plássi. Tó sum sesongin leið, gekk sera væl hjá Team Ballast. Tá online úrtøkukappingin var liðug, vísti tað seg at Team Ballast bert hevði tapt ein av teimum 14 dystunum sum teir spældu í online úrtøku kappingini, og vóru tískil á odda í úrtøkukappingini. Síðani komu BSG við ið høvdu vunnið 12, TT Gaming ið hevði vunnið 10, og síðani SpaceCowboys ið høvdu vunnið 6.
Tað vóru tískil Team Ballast, BloodSportGaming, TT Gaming og SpaceCowboys ið vóru tey fýra liðini sum vit sóðu til staðar til LAN finalurnar. Nummar 1 og nummar 4 spældu í móti hvørjum øðrum, í meðan nummar 2 og nummar 3 eisini spældu í móti hvørjum øðrum. Hálvfinalan í millum SpaceCowboys og Team Ballast var ótrúliga tøtt, og á triðja korti sá tað út til, at SpaceCowboys fóru víðari til finalurnar. Tó fekk LAZ gjørt eina bjarging vegna Team Ballast, og liðið helt sær á lívi. Bjargingin hevur verið á m.a. Portal.fo og in.fo, men sæst eisini her:
[youtube https://www.youtube.com/watch?v=9UQQxqcLNpY] At enda vóru tað Team Ballast sum sigraðu á SpaceCowboys í staðin, og tískil vóru SpaceCowboys úti, í meðan Team Ballast vóru víðari til finaluna.
Hin hálvfinalan var ikki líka spennandi, tá BloodSportGaming ikki hevði stórar trupulleikar við at vinna á TT Gaming. Í einum Best-of-3 formati megnaðu BloodSportGaming at vinna bæði av teimum fyrstu 2 kortunum, uttan at TT Gaming fekk fleiri enn 9 rundir per kort, sonevnd double digit stig.

Niðast í greinini sæst støðurnar í excel formatið, men omanfyri verður greitt nærri at rundunum.

Runda 1:
Her var einki serligt at tosa um. Team Ballast vunnu NoHitWonders 2-0, Promillubandin á Suhgang 2-0, BloodSportGaming á SpaceCowboys 2-0 og TT Gaming á Blue 1ce 2-0.
Runda 2:
Í hesi rundu var ein áhugaverdur dystur í millum Team Ballast og Promillu bandan. Støðan var sera jøvn í millum liðini, men tó eydnaðist tað Team Ballast at taka sigurin 2-1 á Promillu bandanum.
Runda 3:
Í triðju rundu var heldur einki stórvegis at siga. Tey dominerandi liðini vunnu allar sínar dystir.
Runda 4:
Í fjóðru rundu spældu Team Ballast í móti TT Gaming, har Team Ballast sigraðu 2-0. Eisini vunnu SpaceCowboys 2-0 á NoHitWonders. Kanska mest skelkandi úrslitið úr hesi rundu var, at Blue 1ce vunnu 2-1 á Promillu bandanum.
Runda 5:
Í fimtu rundu var enn ein spennandi dystur tá Team Ballast spældu í móti BSG har Team Ballast sigraðu 2-1. Restin av dystunum høvdu einki annað enn væntaðu úrslitini. TT Gaming 2-0 á NoHitWonders, Promillu bandin 2-0 á SpaceCowboys og Blue 1ce 2-0 á Suhgang.
Runda 6:
Í 6. Rundu vóru heldur eingin skelkandi úrslit. BSG 2-1 á NoHitWonders, Team Ballast 2-0 á Suhgang, TT Gaming 2-1 á Promillu bandanum, tó at SpaceCowboys vunnu 2-0 á Blue 1ce.
Runda 7:
Eingin serliga skelkandi úrslit vóru í rundu 7. Team Ballast 2-0 á Blue 1ce, NoHitWonders 2-0 á Suhgang, BSG 2-0 á Promillu bandanum og TT Gaming 2-0 á SpaceCowboys.
Runda 8:
Í Rundu átta vunnu Team Ballast 2-0 á NoHitWonders, Promillubandin 2-0 á Suhgang, BloodSportGaming 2-1 á SpaceCowboys og TT Gaming 2-0 á Blue 1ce.
Runda 9:
Í rundu 9 høvdu Team Ballast enn ein sigur á Promillu bandanum 2-0, NoHitWonders 2-0 á Blue 1ce, SpaceCowboys 2-0 á Suhgang og BloodSportGaming enn ein 2-0 sigur á TT Gaming.
Runda 10:
Nakað óvæntað sum hendi í rundu 10 var, at NoHitWonders vunnu 2-1 á Promilluni. Annars vunnu Team Ballast 2-0 á SpaceCowboys, TT Gaming 2-0 á Suhgang og BSG 2-0 á Blue 1ce.
Runda 11:
Tað var í rundu 11 at Team Ballast taptu sín fyrsta og einasta dyst, tá teir spældu í móti TT Gaming. Team Ballast høvdu vunnið fyrstu map, og vóru frammanfyri 12-3 á seinnu map tá teir mistu tamarhaldið á dystinum, og Team TT gjørdi eitt megnar comeback og megnaðu at vinna 2-1 á hesum sinni. Annars vunnu SpaceCowboys 2-0 á NoHitWonders, Blue 1ce 2-0 á Promillu bandanum og BSG 2-0 á Suhgang.
Runda 12:
Í rundu 12 sóðu vit enn ein sera tættan dyst í millum BSG og Team Ballast, tó at Team Ballast megnaðu at vinna BSG 2-1 enn einaferð. TT Gaming vann 2-0 á NoHitWonders, Promillu bandin 2-0 á SpaceCowboys og Blue 1ce 2-0 á Suhgang.
Runda 13:
Eingin skelkandi úrslit vóru í rundu 13, tá BSG vunnu 2-0 á NoHitWonders, Team Ballast 2-0 á Suhgang, TT Gaming 2-0 á Promillu bandanum og Blue 1ce 2-1 á SpaceCowboys.
Runda 14:
Í síðstu rundu av online úrtøkukappingini í Elektron deildini sigraðu Team ballast 2-0 á Blue 1ce, NoHitWonders 2-0 á Suhgang, BSG 2-0 á Promillu bandanum. Tó at ein trupul støða uppstóð, vunnu SpaceCowboys 2-0 á TT Gaming.

Í finaluni vóru tað Team Ballast í spældu í móti BloodSportGaming. Team Ballast valdu Nuke, BloodSportGaming valdu Mirage, og tað endaði við at Overpass var kortið, ið skuldi spælast í so fall at støðan var jøvn 1-1. Team Ballast vunnu sítt kort 16-14 sum var Nuke, og talan var um eitt sera tætt spæl. BSG høvdu ikki stórar trupulleikar á sínum korti, Mirage, tá støðan gjørdist 16-6. Tískil mátti dysturin víðari til triðja kortið, ið var Overpass. Team Ballast fingu eina sera góða byrjan, og eru eisini vælumtóktir fyri at klára seg væl á Overpass. Endaliga úrslitið á Overpass gjørdist 16-11, og tískil gjørdust Team Ballast vinnarar av Elektron deild seson 4.
Elektron deildin er, sum fyrsta esport tiltak í føroyskari søgu, lagt út á heimsviðurkendu liquipedia síðuna her: https://liquipedia.net/counterstrike/Elektron_Division

Vit vilja takka okkara stuðlum, ið eru: Elektron, Power, Hey, Føroya Bjór og Pizza67! Saman hava vit skrivað føroyska søgu og samstundis fingið altjóða viðurkenning. Stóra tøkk!

Manningin á liðunum í Elektron Deild Sesong 4 var hendan:

Team Ballast:
LAZ
exirpit
UnluckyBird
Heimardinker
HappyFeet
Grindaboð (U)

BloodSportGaming:
Frosty
Hmonster
FaroeMystic
HolmesJunior
FrusaZ
Flexo (U)

SpaceCowboys:
KingQuantum
Ozz
Ima
YatzyManiac
DannyS

TT Gaming:
Arizon
RdN
M1lle
Jimmy
Dixer
JayJayB (U)

NoHitWonders:
Mercenary
TeddyS
Sa1nt
Caliban
Raindrop
Birgie (U)

Blue 1ce:
Elmir
Mogens
Vypp
Simonio
AronM

Promillu Bandin:
Kane
Karim
Wreckonize
BFH
DUSH

DYSTAR SKRÁ

Cart
  • No products in the cart.