Elektron Deildin – Styttist til finalurnar!

Finalurnar í Elektron deildini nærkast alvorliga, nú bert ein máni eftir, til fýra av teimum bestu liðunum í Føroyum hittast í hoyvíkshøllini tann 5. Juli. Tað er á hesum degi, at besta Counter-Strike lið í føroyum skal finnast, og tað verður eitt brak! Avgjørt er nú, hvørji lið verða til staðar hendan dagin, og tey eru hesi:
– Team Ballast
– Team TT
– BloodSportGaming
– Space Cowboys

Um man hyggur eftir hvørjir spælarar eru á hesum fýra liðum, so eru tað nøvn ið vit hava sæð áður í Counter-Strike kappingum. Hjá Team Ballast hava allir roynt seg á LAN í minsta lagið einaferð í part, og fleiri oftari enn so. Hjá BloodSportGaming eru ómetaliga royndir spælarar, ið allarhelst ikki hava nakrar trupulleikar við at traðka upp til LAN. Tó er tað allarhelst hjá Team TT at teir spælarar eru, ið hava flestu royndir, tá talan er um Counter-Strike veteranar, ið hava sæð nógv Counter-Strike á høgum støði í sínari tíð. SpaceCowboys er eitt lið sum eisini hevur royndir á LAN við fleiri av sínum spælarum, og kláraðu eisini at tryggja sær eitt pláss til LAN finalurnar í seinastu sesong, men bakkaðu út, ið gjørdi at Team Plebbar fingu sítt LAN debut.

Bert fýra dystir mangla at verða spældir í Elektron deildini. Tveir dystir eru í millum BloodSportGaming og Team TT, har hvørgin av teimum hevur eitt úrslit enn. Eisini mangla Space Cowboys ein dyst í móti BloodSportGaming, og ein aftrat í móti Team Ballast. Annars er avgjørt hvørji lið koma á LAN, og tað verður sera spennandi at síggja, hvørji lið koma at klára seg best til finalurnar!

 

Cart
  • No products in the cart.