Elektrondeildin sesong 4 – Hvussu, hvat, hvør?

Elektrondeildin er nú komin at enda, og frágreitt verður eitt sindur um júst hvussu deildin var skipað í samstarvi við stuðlar o.a.

Tað hevur eydnast okkum sera væl við sesong 4 av Elektrondeildini, sum nú er komin at enda. Allir servarirnir hjá eSport.fo eru frá Hey, ið er ein av stuðlum okkara. Hjá eSport.fo eru vit sera fegin um at hava ein so dugnaligan stuðul, ið kann veita okkum dygdargóðar servarar ið hóska til okkara nýtslu við lágum svartíðum. Elektrondeildin hevði ikki verið tað hon er, uttan stuðlarnar hjá okkum: Elektron, Hey, POWER, Føroya Bjór og Pizza67.

Endabresturin á Elektrondeildini verður uppi í Hoyvíkshøllini tann 5. Juli, men tað er ikki bara sum at siga tað hjá liðum at verða við. Tað er besta deild innan Counter-Strike í Føroyum ið hevur dystast online um hvørji lið sleppa við til LAN-finalurnar. Eftir hvønn dyst fær vinnarin av dystinum eitt stig fyri at vinna. Liðið ið tapur fær einki, men missur heldur einki av vinningsstigum. Tó verður eisini hildið eygað við map muninum í einum dysti. Hetta vil siga, at um eitt lið vinnur 2-0, so fær vinnara liðið 2 stig í mappu muni, og liðið ið tapti missur 2 stig í mappu muni. Fyrst og fremst verður hugt eftir vinningsstigum, og um so er, at tvey lið eru jøvn, so verður hugt eftir mappu muni.

Um vit hyggja eftir hvat fyri lið tað er, sum hevur klárað seg best, so er tað Team Ballast ið eru á odda í online kvalifiseringini til LAN finalurnar. Team Ballast hava vunnið 13 dystir og tapt 1 dyst, og hava ein mappu mun á 22 stig.
Um vit hyggja eftir hvørjir spælarar hava klárað seg væl, so kann sigast at Ozz hevur mest kills við 443 kills. Tó kunnu kills verða villeiðandi, tá tað er ymiskt hvussu spælarar bera seg í spælinum. RdN hevur mest ADR, ið er average damage per round. Sum tann einasti spælarin, hevur RdN eitt ADR yvir 100, tá hansara ADR er 102,6.

Spennandi verður at vita hvat fyri eitt av liðunum verður føroya besta Counter-Strike lið. Svarið verður funnið tann 5. Juli í Hoyvíkshøllini. Fyrsti dystur verður spældur klokkan 16:15.

Cart
  • No products in the cart.