So endaði enn eitt TI ævintýr hjá føroyinginum Johan “n0tail” Sundstein

The International(Les meira her), ið er tann størsta kappingin í eSporti, var hildin í key arena í Seattle, USA. Aftaná alt støvið hevði lagt seg, vóru liðini Newbee og Liquid eftir í finaluni, ið síðani endaði við einum Liquid sigrið, og kunnu nú tískil kalla seg TI champions*. Teir eru tískil 68.148.303 kr ríkari; slakar 11 mió DKK í part.

Johan og hansara lið “OG” endaðu á einum 7 plássi. Eftir eitt strævi bólkaspæl, har teir tíðanverri endaðu í tí lægru helvt av bólkinum, mátti tí byrja kappingina í ‘Losers bracket’. Teir megnaðu at berja seg framm til sín triðja dyst í Losers bracket har teir vóru feldir 2-0 av kinesiska LGD-Gaming. Hóast at teir ikki náddu so langt sum teir ætlaðu sær, kunnu teir taka sær til troysta við at teir vóru millum 8 tey bestu liðinum í heiminum, og hava vunnið eina peningapremiu á 3.872.144, ið er 774.428 kr í part. Tað er enn ikki greitt um Johan og liðfelagar hansara fara at broyta liði til næsta ár, men teir munnu óivað fara at koma sterkt aftur.

Í ár spældi 18 lið um 155 mió DKK, og tað verður deilt út millum øll 18 liðini, í meðan vinnarnir fara avstað við góðar 68 mió DKK. Hyggjaratølini vóru yvir 10 mió fólk hugdu hvønn dag upp til finaluna. The International hevur hvørt ár, síðani tað byrjaði aftur í 2011, voksið nógv í hyggjaratølum og í vinningum. Tey byrjaðu við góðar 10 mió DKK, og eru eftir 7 ár uppi á 155 mió í vinningum.

Johan Sundstein, ið hevur Føroyska mammu og pápi, men búð niðri í Danmark, verður roknaður sum ein av heimsins bestu Dota 2 leikari í heiminum. Millum annað var hann aftur í ár boðin við til All-star match í The International. Hann virkaði samstundis sum ein Dota 2 expert frásøgumaður í sjálvari finaluni, har hann greiddi frá síni tips, hansara ráðum og hvat hann fórvæntaði fór at henda í finaluni. Niðanfyri sæst Johan uttast til høgru, har hann expert í panelinum.

*TI champions verður tulkað sum heimsmeistarskapið í spælarinum Dota 2.

Cart
  • No products in the cart.