Endaspælið í Effo Deildini!

Tveir spennandi mánaðar eru farnir, og aftaná 18 umfør eru bestu liðini í Føroyum funnin. Stigatalvan, ið hevur verið millum mest jøvnu, vit nakrantíð hava sæð í Føroyum, sær soleiðis út:

Topp 6 liðini eru nú sloppin víðari til endaspælið, men liðini Góðaráð og Megin liggja jøvn á einum 5-6. plássi, so tí verður ein tiebreaker dystur spældur 22. apríl kl 19:30! Tað ger stóran mun, um mann er á 5. ella 6. plássi. Tað er tí, at tað avger, hvørjum ein spælir ímóti í kvartfinaluni. Endaspælið er skipað soleiðis:

Vinnarin av tiebreaker skal ímóti 4. plássinum í kvartfinaluni heldur enn 3. plássinum. Tí er tað ein stórur fyrimunur at vinna hann og enda sum 5. pláss. 1. og 2. plássið koma beinleiðis til hálvfinaluna. Triðjapláss verður funnið millum tapararnar av hálvfinaluni. Tik Tok Titans, sum fremsta liðið, velur ein vinnara frá kvartfinaluni at spæla ímóti. Vinnararnir av hálvfinalunum møtast so til stóru finaluna 30. apríl, tá vinnarin av Effo Deildini skal finnast! 

Alt verður víst á twitch.tv/esportfo. Hetta verður uttan iva teir mest spennandi dystirnir, vit fara at síggja í Effo Deildini. Tað er nú, at liðini eru pressað til ytstu mørkini og prógva, hvat tey eru før fyri. Góða eydnu til øll liðini!

Cart
  • No products in the cart.