eSport.fo avdúkar– CS:GO | eCup

eSport.fo avdúkar nýggja eCup í CS:GO!

eCup er ein nýggj kapping sum eSport.fo framyvir fer at skipa fyri nakrar ferðir um árið! Kappingin hevur til endamáls at samansjóða enn fleiri Føroyingar innan CS:GO, har lið og spælarar kunnu rísa upp og síðani samskipa seg til kappingardeildurnar og eLan tiltakið hjá okkum. Kappingin leggur dent á, at øll eru vælkomin, og at øll skulu sleppa at royna at spæla ímótir øðrum Føroyingum í einum kappingarførum høpi!

Kappingin fyrigongur seg í einum Bólka spæli. Tað eru 5 í hvørjum bólki, har so 3 lið koma víðari til Bracket finalu. Nummar 1 er beinleiðis víðari til Rundu 2, meðan nummar 2 og nummar 3 spæla ímótir hvørjum øðrum í Rundu 1.

KOSTNAÐUR

Ókeypis!

VINNINGAR

Í fyrsta umfarið fara vit at royndarkoyra nýggju kappingina hjá okkum, og tískil hava vit ikki søkt um sponsor. Av tí sama er kappingin eisini ókeypis fyri øll.
Maks. 20 lið sleppa við. 5 spælarir í hvørjum liði + loyvt at hava ein útskiftara, um neyðugt er fyri tí.

TÍÐSPUNKTIR

Frá 12 til 17 Februar.
Bólkur A og B spæla 12 og 14 Februar. (Format: Bo1)
Bólkur C og D spæla 13 og 15 Februar. (Format: Bo1)
Bracket verður 16 Februar (Runda 1 er Bo1. Runda 2 er Bo3)
Semi- og finalurnar verða 17 Februar frá klokkan 14:30, við Bo3 formatið.

MELDA TIL

https://goo.gl/forms/0qCHZS1vYVqdHcYk2

 

*****
Minnist til at skrivi til eSport.fo á facebook hvat lið tit/tú meldaði inn, so fáa tit ein tummil upp og vit hava atgongd til skriva til tín um neyðugt er.
*****

Cart
  • No products in the cart.