eSport.fo fyrstu Twitch.tv partnarir í Føroyum!

Vit kunnu endiliga almannakunngera, at vit eru blivin partnarir við heimsins størsta live-sjónvarp tænastu, Twitch.tv. Hettar gevur okkum alskyns framtíðar møguleikar, eitt nú fara vit í framtíðuni kunnu gjalda okkara fantastisku frásøgufólkum løn, mat og keypa nýggjari eSport útgerð, ið síðani gagnar tykkum hyggjarum!

Hyggjarirnir hava ræði

Í tí sambandinum fara vit at gera enn fleiri livestroymingar, har tit eisini sleppa at atkvøða uppá hvønn dyst vit skulu stroyma umvegis Facebook CS:GO bólkin. Eisini fara vit at takað í brúk fleiri funktiónir, sum fara at gagna hyggjaranum.

Subscriptions og betur góðska

Við at verða partnarir, gevur tað okkum og tykkum møguleikan at hava nógv betur góðsku á, og samstundis ber tað til hjá øllum at stuðla okkum lættisliga við at ‘subscriba’ til okkum. Hettar fara vit sjálvsagt at gagnnýta, við at kunna veita betur útgerð og mat til frásøgufólkini, ‘custom’ ikonir, og annað. Við at subscriba til okkum stuðlar tú beinleiðis eSport í Føroyum, har tú sleppur at verða partur av einari spennandi tíð har eSportur runt í heiminum ferð at veksa frá 385 mió. til 589 mió. hyggjarum runt heimin til 2020.

Giveaways

Vit fara samstundis at fejra hettar, við at gera giveaway í endanum á hvørjum mánaði millum allar subscribers. Í byrjani verður tað ein knív virði 300-600,-, og seinni fara vit at gera meira burturúr. Hjálpi okkum, samstundis sum tit fáa okkurt burturúr!

Vilt tú verða frásøgumaður/kona?

Vit sakna altíð nýggj andlit í okkara livestroymingum! Brennur tú inni at fortelja um kappingar, spøl ella annað, vilja vit fegin hoyra frá tær. Tú verður partur av einum frásøgufólka toymi, og fær samstundis møguleika at vísa títt talent innan casting. Vit bjóða alla tí hjálp tær tørvar, og møguleikan at verða sjónlig niðri í okkara frásøgurúmið hjá Vodafone.

Sendi eini boð til okkum á facebook ella á [email protected]

Finn okkum her á Twitch.tv
https://www.twitch.tv/esportfo/

Cart
  • No products in the cart.