eSport.fo – Overwatch Kapping

Ársins fyrsta kapping hjá Esport.fo verður í Overwatch, og tað verður spælt umvegis netinum. Kappingin er ókeypis fyri øllum at luttakað, og einki mark er á hvussu nógv lið kunnu luttakað. Liðskiparin á liðnum skal skrivað inn til eSport.fo á facebook fyri at melda sítt lið til. Sí longri niðri hvussu ein vanligur tilmeldinga mannagongd sær út.

Kappingin ferð fram tann 27’inda, har flestu dystirnar verða spældir. Dystirnir byrja tá klokkan 19:00, og hava øll liðini 15 min at fara inná lobby / byrja dystin. Um tað eina liði ikki er klárt tá, kann hitt liði velja at fáa default win. *GG* tað ber IKKI til at fáa default win um dysturin var spældur.

Tann 28 Januar verður kvart-, semi- og finalurnar spældar. Tá verður byrja klokkan 14:00. Frásøgufólk verður til hendan dagin.

Mannagongd

  1. Liðskiparnir møta upp á okkara teamspeak servara, ts.esport.fo, har tey fáa samband til hitt liði, og koyrir teir á Battle.net vinarlirlistan hjá sær.
  2. Ein av liðskiparunum ger eina Custom Game lobby og bjóðar síðan liðskiparinum á hinum liðnum við í lobby. Síðani skal liðskiparin á hvørjum liði bjóða sínum liðfelagum inn.
  3. Tann ið ger lobby skal fylgja hesar settings ingame, sjá myndirnar undir mannagongdina.
  4. Tá dysturin er ligiður, skulu liðskiparnir á hvørjum liði skriva inn til eSport.fo á facebook um hvat støðan bleiv.

Myndir

(Reglur, Map pool og meira sæst aftaná myndirnar)

1 2 3 4

Nágreiniligir reglar fyri kappingina

Rule set: Competitive
High bandwidth: On
Kappingarbyrjan – Kvartfinala: Best of Three
Kvartfinala og Semi-Finala: Best of Three
Finala: Best of Five

One Hero Limit. (Tað vil siga ein hero per lið og allir heroes eru loyvdir.)
Disable kill cam: On

 

Map Pool

Hettar er listin yvir bananir ið KUNNU vera spældir til kappingina:
King’s Row, Numbani, Watchpoint: Gibraltar, Dorado, Hanamura, Temple of Anubis, Volskaya Industries, Nepal, Lijiang Tower, Hollywood, Illios, Route 66 og Eichenwalde.

Map Picks

Maps vera valdar á hendan hátt: Tann fyrsta map verður drigin tilvildarliga úr Map Pool, síðan velur taparin av hvørju map tí næstu map at spæla úr Map Pool, vinnarin sleppur at velja um teir vilja byrja á Attack ella Defense.

Draw (Javnleikur)

Um ein dystur endar við javnleiki verður vinnarin bestemmaður á Nepal: Shrine.
Tað fyrsta liðið sum fyrst fær objective til 100% á fyrsta point í bananum vinnur tiebreaker!

Pausur

Tað er forboðið at seta pausu á uttan góða grund (t.d disconnect). Um ein spælari spyr um pausu í chat so setur Game Host/Moderator dystin á pausu. Hvat er og ikki er galdandi orsøk til eina pausu verður upp til fyriskiparar at taka avgerð um. Um spurt verður um pausu uttan góða orsøk kann liðið vera diskvalifisera úr kappingini.

“ESL Open” Overwatch kappingarreglar vera nýttir sum ávísing og hava heimild um nakað ivamál verður, og teir reglanir kunnu síggjast her: https://play.eslgaming.com/overwatch/europe/overwatch/open/community-cup-1-europe/

 

Tilmeding

Fyri at melda teg til, skal man bert skriva navnið á sínum liðið, navn á liðskipara og liðfelagum.
Tað er týdnigarmikið at viðmerkja sítt Battletag í tilmeldingini!
Her er eitt dømi uppá eina góða tilmelding:

Liðnavn: Svamparnir
Liðskipari: Alpha#1234 – Albert Baldvinson
Liðmenn á liðnum:
Beta#4123 – Baldvin Dannyson
Gamma#3412 – Danny Djónason
Delta#2341 – Djóni Erikson
Epsilon#4321 – Erik Fredrikson
Zeta#1432 – Fredrik Gunnarson

Cart
  • No products in the cart.