[DAGFØRT] eSport.fo – Overwatch Sesong 2

Why does Pharah have a crush on Roadhog?
She was hooked at first sight.

Skemt til viks, nú stundast til eina Overwatch kapping! Tí fara vit at heita á allar spælarir at lesa víðari!

Vit fara at bjóða øllum Føroyingum við til sesong 2 í Overwatch, har vit fara at borðreiða eina 6 daga langa kapping, við vón fyri einum offline-tiltaki til semi og finalurnar. Vit miðja eftir at fáa 10 lið við, og fara tey at kappast um at verða besta Overwatch lið í Føroyum. Liðini vera mannaði av 6 luttakarum við pláss til 1 útskiftari um neyðugt er, og taka lut í tveimum ymiskum bólkum, sum endar við at 2 ella 3 lið í hvørjum bólki fara víðari í eitt bracket system.

Vit fara at royna at stroyma so nógv sum gjørligt, har vit í løtuni hava fingið okkum stilla 3 frásøgufólk, ið fara at borðreiða innihald í Overwatch teir dagarnar kappingin verður. Í stroyminum ber til at seta spurningar til frásøgufólkini, samstundis sum allar donatiónir gagna framtíðar eSporti í Føroyum.

Allir dystir í bólkaspælinum verða spældir sum Bo5, har liðini skulu vinna 3 út av 5 maps á hvørjum liði í sínum bólki. Í bólkaspælinum spælur man ímótir 2 liðum teir dagarnar man skal spæla. Í semi- og í finaluni verður spælt Bo7.

[DAGFØRT]

Tilmeldingarfreist er 29 Juni, og gjaldingarfreistin er 30 Juni.

Tilmeldingar link:

https://goo.gl/forms/4ZtR18mUFRzYQj982

Spælt verður hesar dagar:
3 Juli spælur Bólkur A
4 Juli spælur Bólkur B
5 Juli spælur Bólkur A
6 Juli spælur Bólkur B
7 Juli byrjar Brackets
8 Juli er semi og finalan.

Vit ætla at spæla finaluna offline, og fara at venda aftur við hesum víðvíkjandi nærri at finaluni.

Kostnaður

100,- per spælari. Tilber at gjalda umvegis okkara Paypal. (Leggið til merkis, fyri at eSport.fo skal spara pengar, so nýta vit eina donatión funktión í staðin, tískil stendur eitt navn har í staðin fyri t.d. eSport.fo). Eftir goldið hevur verið, er best at samskifta til eSport.fo á facebook fyri at fáa eina váttan á skrásetingina. Leggið til merkis, at tað ber væl til at gjalda fyri fleiri spælari samstundis.

https://www.paypal.me/esportfo/100

Peningurin ferð til framtíðar eSport.fo ætlanir, útreiðslur og komandi LAN tiltøk í Føroyum. Útskiftarin gjaldar ikki.

Vinningar

Vit royna at finna stuðlarir í løtuni, fleiri lið geva størri sannlíkindi fyri at fáa vinningar.

Mannagongd

Liðini síggja brackets og hvørjum teir spæla ímótir nakrir dagar áðrenn sjálva kappingina, og tíðspunkt/dato sæst týðiliga. Vit heita á øllum at fylgja við nær liðini spæla, og venda aftur til eSport.fo á Facebook ella ein Admin á TeamSpeak viðv. støðuna.

Liðini møta 15 min áðrenn á teamspeak, har vit geva drafting link út. Tað er ikki kraft at nýta okkara teamspeak til tos, men vit stórliga viðmæla tað, fyri at fáa skjóta atgongd til ein Admin. Vit stovnað fegin rúm til liðini. Vit fara at royna at brúka owdraft.com til at drafta millum liðini. Hetta hava vit ikki roynt fyrr, so vónandi spælur alt væl av.

Liðini fáa møguleikan at adda liðskiparnir áðrenn dystin byrjar, og teir verða eisini lýstir á okkara Teamspeak servara. Les meira um tann Føroyski teamspeak servarin her.

Nágreiniligir Reglar

Game Version: Nýggjasta Patch
Roster: 6 leikarir, 1 útskiftari.
Diskvalifikatión: Frávera, snýt etc.

Competitive Play
High Bandwidth
Game Mode: Bo5 ella Bo7
Map Rotation: Single Map
Available Maps: All.
Hero Limit: 1
Disable Kill Cam: On

Um tað er javnleikur á Assault, Hybrid ella Escort, verður ein Bo1 dystur spældur á ásettari Control Map. Tað fyrsta liðið sum fær 100% vinnur tiebreaker.

Upptøkur og/ella screenshot av endaliga úrslitinum kann verða kravt fyri góðkenning. Tó miðja vit eftir, at úrslitini ið tit senda inn eru rættar.

Pausur eru loyvdar í so fall at ein tekniskur trupulleiki stendst upp, t.d disconnect. Um ein pausa verður efturspurd uttan grundgeving og varhugi er fyri at pausan var nýtt til strategiskan fyrimun, tapur liðið við pausukrevjandi spælarinum tann dystin. Endaliga avgerðin fyri hvat telist sum væl grundað pausa verður tikin av einum dómara.

 

Cart
  • No products in the cart.