eSport.fo setur síni fyrstu starvsfólk!

Økti áhugin innan eSport í Føroyum hevur við sær, at eSport.fo hevur fingið nógv eyka virksemi í seinastuni. Fyri at økja um dygdina á kappingum, streaming og øðrum, hevur eSport.fo sett síni fyrstu starvsfólk.

Tað eru Arnar Lognberg og Jógvan Martin Joensen, ið komandi mánaðirnar koma at hjálpa okkum við virksemi, sum í høvuðsheitum er í sambandi við Elektron deildina eins og aðrar kappingar hjá eSport.fo. 
Arnar Lognberg verður Game-Admin ið merkir at hann hevur rættindi til at taka nakrar avgerðir viðvíkjandi sjálvum dystunum í m.a. Elektron deildini. Arnar er eisini tiltaks leiðari hjá esport.fo, ið inniber, at Arnar hevur ein stóran leiklut í samskipan av komandi tiltøkunum hjá esport.fo. Avtrat hesum hevur Arnar eisini ein stóran leiklut í stroyming hjá okkum, har hann m.a. er frásøgufólk. Jógvan Martin er settur, fyri at samskifta við áskoðarar og spælarar, við m.a. at skriva greinar um Elektron deildina, og hjálpa við samskifti í millum spælararnar og esport.fo.

Hjá eSport.fo eru vit sera fegin um, at vit hava møguleika fyri at seta fólk í starv, og at eftirspurningurin á kappingum og tilfari frá okkum er so stórur. Fyri bert fáum árum síðan var lítið av peningi og vinningum í eSporti. Í dag er søgan ein onnur, og saman hava vit ment eSport í Føroyum! Tó at vit í fyrstu atløgu bert hava sett tvey fólk í starv, so eru nógv hjálparfólk ið hjálpa til fyri at menna eSport í Føroyum, og hvør veit hvat fer at henda framyvir.

Um tit sjálvi meta, at tit hava eginleikar og royndir ið eru viðkomandi fyri esport.fo, og kundu hugsað tykkum at hjálpt til, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á [email protected] Viðmerkið júst hvat tit halda tað er, sum tit kunnu bjóða, ið er til gagn fyri esport.fo.

Cart
  • No products in the cart.