eSport.fo skiftir ham og fær nýggja heimasíðu.

Eyðkenda búmerkið hjá eSport.fo og hvussu eSport.fo framyvir fer at føra seg fram verður broytt. Tað hendur í samráð við, at eSport í Føroyum er alsamt vaksandi; kappingarnar eru størri enn nakrantíð, og áhugin hjá fylgjarum í Føroyum er voksin nógv.

  • Vit hildu, eftir sum at eSport í Føroyum er blivið so stórt, sum tað er blivið til í dag, er tað upp á tíðina at dagføra, hvørji vit eru, og hvussu vit føra okkum fram marknaðarførðsluliga og altjóða, tá vit arbeiða saman við aðrar eSport fyritøkur kring heimin.

Tølini hjá eSport.fo vísa, at livestroymingarnar í einum kappingarári liggja á umleið 6000 hyggjarum. Heimasíðan hevur slakar 12.000*+ einsakar vitjanir og Facebook fáa vit væl yvir 120.000**+ reach til samans gjøgnum eitt kappingarár, ið er umleið 90 dagar í miðal.

Nýggja sniðið sæst niðanfyri.

     

Litur

“eSport grá”

#2D3030

Litur

“eSport svørt”

#0F0F0F

Litur

“eSport blá”

#26313F

Nýggja sniðið er tíðarhóskandi og passandi til missiónina hjá eSport.fo, ið er at samansjóða føroyingar innan eSport. Við nýggja sniðinum verða vit sjónligari og skilja okkum betur burtur úr mongdini við lætt lesiliga tekstinum í reyðum kontrasti. Tann reyða strikan samansjóðar føroyingar saman innan eSport við at hýsa tíðindi, kappingar og hagtøl yvir allar skrásettar føroyingar.

Eyðkendi reyði liturin hjá eSport.fo

Tá vit fóru undir at re-branda eSport.fo settu vit okkum fyri, at ein reyður tráður skuldi vera í sniðinum framyvir – bókstaviliga sagt. Gamla búmerkið hevði føroyska flaggið á, so vit reyða og hvíta litin hava vit tikið við í tað nýggja búmerkið. Saman við menuini á heimasíðuni, sum er í bláum, kemur eitt spæl við føroysku litirnar, reytt, hvítt og blátt, fram. Aðrar grundir á júst hendan litin er kontrastin á búmerkinum í mun til hinar litirnar í búmerkinum, so marknaðarførslan hjá eSport.fo lættliga skilir seg burtur frá øðrum.

 

Litur

“eSport reytt”

#ed1f25

Tí fara vit altíð í framtíðini at branda vørur okkara við reyðum “e”, og eisini verða tøl í reyðum, so leingi tey ikki standa í fleirtali. Elementir á netinum og marknaðarførslu verða eisini gjørd í eSport reyðum, har tað ikki forstýrar tað samlaða sniðið av síðuni ella marknaðarførlsuni.

Nýggj heimasíða

Í samband við at eSport.fo skiftir ham er støða samstundis tikið til, at ein nýggj heimasíða við sama design-filosofi skal nýtast. Í tí førinum er ein beta heimasíða stovnað, har allar funkur hjá eSport.fo verða fluttar yvir gjøgnum tíðina. Tískil vilja vit eisini bjóða øllum føroyingum inn á nýggju heimasíðuna.

Við nýggju heimasíðuni koma nýggjar funkur hvørja viku. Í løtuni er dentur lagdur á Elektron Deildina, har øll liðini síggja síni og hagtølini hjá spælarunum á. eSport.fo stendur aftan fyri at byggja skipanina, og við tí hava vit valt at gera okkara egna spælifunktión, har liðini tjekka sín dyst inn, teir skulu spæla, og síðani finna vit ein spæliservara hjá Hey, har vit hýsa allar servarnarnar hjá. Í framtíðini vil hendan funkan verða útvíðkað soleiðis, at vit hava møguleikan at víðka út landoddar okkara. Ein spennandi tíð fyri framman!

Vit arbeiða altíð miðskeiðis eftir at betra okkara snið, og tískil vilja vit fegin hava fleiri við í eSport.fo toymið. Við at vera við í toyminum hjálpir tú við at betra og víðka um eSporti í Føroyum, ið altjóða skjótt kann tulkast sum heimsins størsti sportur. Skriva til okkara á Facebook, um tú ert áhugað/ur.

* Ein brúkari verður bert skrásettur einaferð hvønn 24 tíma.
** Lægstu tølini per kappingarár hava verið 90.000, meðan Sesong 3 hevði umleið 135.000. Í miðal meta vit at røkka í minstalagi 120.000+, við einum YoY uppá 12%.

Her er ein brotpart av okkara Logo Design Guide. 

Cart
  • No products in the cart.