Esport.fo skipar fyri FM í Counter Strike Global Offensive

Tíðindaskriv frá Vodafone og Esport.fo

Esport.fo skipar fyri FM í Counter Strike Global Offensive

Finaluumfarið í FM í Counterstrike Global Offensive verður í Vodafone í Havn leygardagin 10. desember, har 4 tey bestu liðini kappast um meistaraheitið. Esportur er í stórum vøkstri í Føroyum, við fleiri hundrað spælarum online hvørja viku.

Hølini hjá Vodafone í Havn verða leygardagin 10. desember karmur um eina veruliga finalu í Counter-strike: Global Offensive. 20 teir bestu føroysku telduspælarnir í Counter Strike møtast í veruleikanum, hvør víð tí nýggjastu og bestu útgerðini. Finaludystirnir verða stroymaðir beinleiðis á heimasíðuni hjá esport.fo og vodafone.fo, har frásøgufólk siga frá dystunum.

Finalan er endabresturin í A-bólkinum í tí føroysku CS:GO deildini, har seks lið í ár hava kappast um eitt pláss í finaluni. Vinnandi liðið vinnur fyri 8500 krónur í útgerð frá Elding.

Esport.fo hevur sett á stovn eina føroyska Counter Strike Global Offensive kapping við tveimum bólkum. Seks tey bestu liðni spæla í A- bólkinum, meðan at B- bólkurin er ein opin bólkur har øll kunnu spæla í við. Tvey tey fremstu liðini í B-bólkinum flyta upp í A – bólkin, har tey bæði aftastu flyta niður í B-bólkin.

Altjóða ambitiónir

Virðingin fyri telduspæli er vaksin um allan heim. Telduspælið á hægsta stigi er sosialt, fremur reaktiónsevnini, økir um samstarvsevnini og er eitt bindilið til ein altjóða heim.

Í Føroyum savnast hundraðtals spælarar á føroysku servarunum hvørja viku og nú hava føroyingar  hug at bjóða umheiminum av.  Fyrsta stigið verður, at vinnaraliðið tekur lut í íslendskari kapping við útvið 1000 luttakarum.

Rúni Winther Johnsen er annar av fyriskiparunum og teir havar stórar ætlanir:

– E-sportur er í stórum vøkstri um allan heim við professionellum kappingum og liðum. Vit vilja gjarna royna okkum við føroyskum liðum úti í heimi.

N0tail er fyrimyndin

Telduspæl hevur langt síðani flutt seg frá at vera spæl til álvara. Telduspøl er ein risa altjóða vinnugrein og bestu spælararnir eru heimsstjørnur. Ein av teimum fremstu er føroyingurin Johan Sundstein, sum undir nøvnunum Big Daddy og nú N0tail hevur fingið altjóða viðurkenning í spælinum Dota 2. Liðið hjá Johan Sundstein hevur vunnið meira enn 3 milliónir dollarar síðani 2015.

Finalan verður send beinleiðis

Vodafone hevur sett upp seks CS:GO servarar til føroysku spælararnar í esport.fo og til avgerandi kappingina leygardagin leggur Vodafone eisini høli til, so finalan kann spælast í best møguligu umstøðunum.

– Tað er sera gott, at avgerandi finalan verður spæld í Vodafone, tí tá fáa vit skjótasta netið og bestu umstøðurnar til spælararnar, sigur Rúni Winther Johnsen.

Øll hava møguleika at fylgja við í finalunum, sum fara verða sendar beinleiðis á esport.fo og vodafone.fo frá klokkan 15 leygardagin 10. desember.

 

Esport.fo toymið

Cart
  • No products in the cart.