Í samband við at vit í næstum søkja um stuðul og hjálp frá ÍSF, og tað at esport kjakið í Føroyum hevur tikið seg nógv upp tær seinastu vikurnar, hava vit avgjørt at skrivað eitt opið bræv um málini ið hava verið viðgjørd í miðlunum herfyri.

Fyri at fáa rætt lag á samanhangin, viðmæla vit øllum at lesa hesar greinarnar áðrenn.

  1. Áhugin fyri e-sporti er vaksandi í Føroyum
    https://dimma.fo/ahugin-er-vaksandi-fyri-e-sporti-i-foroyum
  2. Magni Mohr um e-sport: “Hvar gongur markið?”
    https://portal.fo/dimma-12503/magni-mohr-um-e-sport-hvar-gongur-markid(1).grein
  3. ÍSF um e-sport: “Vit eru ikki komin til nakra niðurstøðu”
    https://dimma.fo/isf-um-e-sport-vit-eru-ikki-komin-til-nakra-nidurstodu
  4. Eisini hava vit havt eitt innslag í Degi & Viku um okkara kappingardeild, Elektron Deildin.

Tað sum kjakið gongur út um er, um esportur kann tulkast sum ein ítróttur og sportur í Føroyum. Vit hava sjálvandi okkara egnu viðmerkingar til hetta kjakið.

– Hjá eSport Føroyar fegnast vit um tað, at esportur tekur seg fram kring allan heimin. Sjálvt í einum lítlum landi sum í Føroyum eru vit so heppin at tað eru nokk av ágrýtnum spælarum sum ynskja at kappast innan esport. Fleiri av teimum hava dreymar um at blíva professionellir og liva av esporti, júst sum Johan Sundstein ger.

Magni Mohr, sum er ítróttaserfrøðingur og lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, heldur ikki, at vit í Føroyum í løtuni eru til reiðar at taka ímóti esporti sum ítróttargrein, og ein av orsøkunum sigur hann vera hesa:

– “Vit eru í eini serstøðu í Føroyum, tí vit skilja ikki ímillum hugtøkini, ítrótt og sport. Ítróttur verður allýstur sum havandi ein fysiskan komponent, og tí kvalifiserar e-sportur seg, undir ongum umstøðum, sum ítróttur.”

Magni Mohr sigur, at tað er kravt at ítróttur hevur ein fysiskan eginleika. Vit ivast í, um tað er so einfalt, sum Magni Mohr sigur. Sum flestu vita, so kvalifiserar talv seg sum ítróttur. Tískil má tað verða nakað annað sum avgerð um eitt ítriv er ein ítróttur ella ikki. Ein kann siga, at esportur hevur meira ferð á, meira rok, fleiri fysiskar komponentar, enn talv hevur, og júst sum í talvi, skulu leikararnir hava ótrúligt innlit í spælið. Esportleikarar uppliva ómetaliga nógv adrenalin, pulsurin er høgur, og sveittin rennur. Hetta eru bert nakrir av fysisku komponentunum í esporti.

Avtrat tí, so gagnar tað um eginleikarnar hjá leikarunum at kappast innan esport, um teir eru væl fyri fysiskt. Hetta hevur við sær, at leikarar í heimsklassa eisini hava harðar fysiskar venjingar í gjøgnum vikuna, sum partur av teirra esport yrkisleið. Niðurstøðan hjá okkum her er tískil tann, at vit eru ósamd við allýsingina sum Magni Mohr nýtir her. Tó so, um vit vóru á sama máli, so meta vit framvegis at tað eru nokk av fysiskum komponentum í esporti, til at espotur kann kvalifiserast sum ítróttur.

 

DGI, Danske Gymnastik- og Idrætsforeninger, sigur um esport at:


Dygtiggørelse indenfor esport forudsætter god fysisk form, og derfor kan esport motivere børn og unge til fysisk aktivitet og en sundere livsstil. Fysisk træning bør derfor altid indgå som fast element i esportstræningen.

Og avtrat tí eisini:

Esport er benhård konkurrence mod andre virkelige mennesker, som stimulerer børn og unge til kritisk at arbejde med deres psykiske, fysiske og sociale svagheder.

Um tað ikki var nokk við tí, so sigur DGI eisini at

Esport kan styrke spillerens taktiske og strategiske kompetencer individuelt og i samarbejde. Esport kan styrke spillerens koncentrations-, koordinations- og reaktionsevner.

Danir síggja esport sum nakað positivt, hví gera vit ikki eisini tað í Føroyum?

Í Danmark síggjast fleiri kommunur og felagsskapir, har tey ungu eru fysiskt virkin í sambandi við at tey íðka esport. Hjá danum hevur tað eyðnast serstakliga væl, og danska tjóðin er í dag ein altjóða fyrimynd innan esport. Esportur kann fáa tey ið ikki íðka ítrótt frammanundan, at byrja at venja soleiðis at tey eru betri fyri, við tí fyri eygað, at hækka um teirra leikstøði innan esport.

Síðan eSport Føroyar var sett á stovn í 2016, hava vit skrásett áleið 1.000 ymiskar leikarar til kappingarnar, sum vit hava skipað fyri. Vit hava gjørt fleiri smærri kanningar av og á, og vit meta at har eru áleið 1.500 kappingarsinnaðir leikarar í føroyskum esporti. Vit meta eisini, at samlaði málbólkurin fyri gaming nærkast 3.000 spælarunum. Vit hava fingið hesi tøl umvegis spurnarbløð, og við at leita væl runt eftir ymisku gaming bólkunum sum finnast í Føroyum, eins og frá okkara egnu tiltøkum.

Uttanlands er e-sportur ein milliardamarknaður í krónum, eins og luttakara- og áskoðaratølini eru heilt uppi í hundratals milliónunum. Tey tølini tala fyri eina stóra fjøld. Eina fjøld sum sær esport sum ein áhugaverdan kappingarligan sport, og vit síggja eisini lutfallsvís høg áskoðaratøl í Føroyum.

Vit ynskja at fáa stuðul frá ÍSF og tí almenna, soleiðis at esportur kann trívast í Føroyum. Vit ynskja, at esportur verður viðurkendur sum ein ítróttagrein, soleiðis at vit kunnu fylgja altjóða rákgongdini, og hjálpa tí almenna at virknað um tey ungu. Vit ynskja at gera umstøðurnar betri hjá teimum ungu, tannáringum eins og teimum eldru. Í Danmark eru tað 96% av tannáradreingum sum spæla teldu, og fleiri av teimum við vónum um at gerast esport leikarar. Hvussu man verða við hagtølunum í Føroyum?

Uttan stuðul frá tí almenna verður serstakliga torført at menna esport framyvir, og vit meta at ÍSF spælur ein stóran leiklut í framtíðini hjá esporti í Føroyum. Vit ynskja at esportur í Føroyum heldur skal verða proaktivur, enn reaktivur.

Fordómar

Um tú ímyndar tær ein av heimsins bestu leikarum innan e-sport, situr hann so og etur kips og drekkur sodavatn? Hetta er ein stoypiprenta sum fyrr hevur verið knýtt at teimum ið dáma væl at spæla teldu, men soleiðs er tað ikki. Ein og hvør kann spæla telduspøl, so mikið er sætt. Tó so, er tað verri enn so ein og hvør, ið megnar at leggja nokk av orku í tað, til at gerast ein av landsins, ella ein av heimsins bestu leikarum innan eina ávísa e-sport grein.

Esport leikarar eru ofta rættiliga ungir, og tað kemst av, at teir í flestu førum hava tikist við telduspøl síðan teir vóru blað ungir. Innan vanligan ítrótt sigur man ofta, at tað tekur 10.000 tímar áðrenn ein veruliga kann gerast serkønur. Innan esport kann tað tímatalið lættliga tvífaldast og fara upp um teir 20.000 tímarnar. Tað skal eitt kalt høvd til, fyri at kunna sita í longri tíð og vita, at við einum skeivum knappatrýsti, kunnu túsundtals, ella fleiri milliónir krónur skolast niður og tú sært tær ikki aftur. Tað krevur serstakliga nógv av esport leikarum, fyri at teir skulu klára at virka skjótt og taka stórar og hættisligar avgerðir uppá eitt kloyvt sekund, sum kunnu hava alvorligar avleiðingar fyri bæði tann einstaka leikaran, men serliga eisini fyri liðfelagarnar, felagið, og allar fjeppararnar. Ein av teimum mestu umráðandi eginleikunum sum ein esport leikari má hava, er eginleikin til at arbeiða saman við øðrum. Tað krevur at man skilur liðfelagarnar hjá sær sera væl, og um allan heim hava feløg keypt heil hús til at hýsa esport liðunum, soleiðis at leikararnir sleppa at kenna hvønn annan tað mikið betur.  

Keldur:

DR – 96 procent af alle teenagedrenge spiller computerspil

https://www.dr.dk/om-dr/fakta-om-dr/dri2017/96-procent-af-alle-teenagedrenge-spiller-computerspil

DGI, Danske Gymnastik- og Idrætsforeninger – 10 gode grunde til at esport hører hjemme i fremtidens foreningsliv

https://www.dgi.dk/esport/esport/10-gode-grunde-til-at-esport-hoerer-hjemme-i-fremtidens-foreningsliv

DGI, Danske Gymnastik- og Idrætsforeninger – Esport og fysisk sport spiller godt sammen. DGI hevur fleiri greinar um e-sport, og tey tulkað tað sum ítróttargrein.

https://www.dgi.dk/foreningsledelse/artikler/esport-og-fysisk-sport-spiller-godt-sammen

Er e-sport og computerspil en sport? – “Faktisk dyrker omkring 300.000 danskere e-sport (opgjort i 2016), det vil sige, spiller computerspil på konkurrenceplan.”

https://videnskab.dk/krop-sundhed/er-e-sport-og-computerspil-en-sport?fbclid=IwAR1KW_AkbPDoODBKYzbNsj3QpS1iEDj8kxtthMj4PF1iZf34dcZG3aIfCmU

Styrketræning og esport – Hvordan du forbedrer dit spil og forlænger karrieren

https://esport.dk/article/339/styrketrning-og-esport-hvordan-du-forbedrer-dit-spil-og-forlnger-karrieren

Undir Fordómar – What it takes to be a professional esports athlete

https://neurotracker.net/2018/08/14/what-it-takes-to-be-a-professional-esports-athlete/  

FIDE – World Chess Federation

https://www.fide.com/fide/fide-world-chess-federation.html

2 COMMENTS

  1. Góður artikkul. Nice.
    Líka viðmerkja at tað er óheppið, í samband við generellan stuðul, at bara hava statistikkin fyri dreingir við, tí talið er 82% fyri gentir – sum eisini er svakliga høgt og tískil er eitt kolosalt yvirlap av fólkið har (og tað er eisini áhugavert at solo vs team er mótsatt tí man forvæntar í esport – nógv poeng at viðmerkja har, sum eisini høvdu verið góð at havt við).

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here