FIFA á eSport breddanum

Fifa á eSport breddanum í Føroyum

Í næstum verður nógvur dentur lagdur á e-fótbólt í Føroyum. Tað snýr seg um nýstovnaðu Fifa kappingina, Fifa e-cup, ið er gjørd í samstarv við eSport Føroyar og nakrir vinnulívsmenn sum brenna fyri fifa.

Í útlondunum er e-fótbóltur støðugt veksandi og er blivið so stórt, at allar tær størstu fótbólts deildirnar so sum Premier League, La Liga og aðrar hava eina e-fótbólts deild. Í Danmark hava tey eSuperliga, sum er danska e-fótbólts deildin og tað verður víst á viaplay og tv3 sport, so tað eru stórir miðlar sum stuðla undir e-fótbóltin. Í Danmark er tað blivið ótruliga stórt og hevur ein stóran hyggjaraskara. Danmark er eitt tað landið, har flest fólk spæla fifa í mun til fólkatalið.
Danska eSuperliga er deild upp í sesongir og har kappast Brøndby ímóti eitt nú FCK og tað er gjørt í samstarv við Dreamhack sum er ein organisation sum hevur fleiri e-fótbólts deildir undir sær, sum eitt nú tað svensku og niðurlondsku. Tað er sett upp soleiðis, at ein sesong er yvir nakrir mánaðir og so er tað ein finala at enda. Hetta er nakað sum vit í føroyum fara at brúka sum íblástur til tær sesongir ið fara at koma framyvir.

Tað verður nú veruliga sett gongd á e-fótbólt í føroyum, eins og alla aðrastaðni í heiminum. Hetta verður sett í gongd við einari stórari fifa kapping, sum verður tann 17. og 18. Septembur í Perluni. Hetta verður sesong 1 og ætlanin er at menna e-fótbóltin í føroyum soleiðis, at tað verða undanumfør online og síðani verður ein stór finala hildin. Hetta verður so fyrsta sesong og føroyameistarin verður funnin 18. Septembur.


  • Søla av atgongumerkjum á 200kr stk
  • Live streaming har fólk kunnu lata pening live á streaminum
  • Innsavning av peningi á staðum
  • Annað

Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.

Fifakappingin verður hildin í Perluni í Tórshavn tann 17. og 18. september 2021 og tilmelding fer fram á esport.fo 

Cart
  • No products in the cart.