Fifa er eitt hit á YouTube

Fifa er eitt hit á Youtube

Fifa er tað størsta og kendasta fótbólts spælið í heiminum. Umleið 9,5 milliónir aktivir spælarir eru skrásettir, umleið 800.000 fólk eru aktiv um dagin. Fyri at fólk kunnu vísa hvat tey duga í spælinum, so posta tey nógv á youtube, m.a. brot frá málum, feilir og nógv annað.

Fifa Kanalir

EA sum hava gjørt spælið Fifa, brúkar nógv youtube til at posta “goals of the week”, har nakrir spælarir verða valdir fyri flottastu mál, sum fólk kunnu atkvøða um. Sum oftast verða filmsbrot postaði á youtube, av málum sum eru skoraði og síðani velur EA nøkur út og youtube brúkarin kann atkvøða fyri besta máli.
Spælarirnir posta eisini filmsbrot um dribblingar, har teir taka sín mótstandara fulkomuliga á bóli við nógvum Messi, Neymar og Cristiano Ronaldo dribblingum.
Stroyming av dystum verður eisini nógv brúkt á youtube, har teir kendu spælarinir leggja dystir út hjá sær, fyri at fólk kunnu fylgja teimum og uppliva hvussu teir spæla.

Fifa ráð

Nógvir kendir professionellir fifa spælarir posta nógv ráð til tann vanliga fifa spælaran, so hann kann bliva tað betri til spælið. Taktikkir verða lagdir á youtube, um hvussu man kann blíva betur til at verja og skora mál. Eisini leggja teir nógvan dent á, hvussu liðið stendur á vøllinum, hvør leypur á osv.
Filmsbrot við dribblingum verða eisini í heilum postaði á youtube, um hvussu man lærir at gera ymisk “skill moves”.

Fifa Ultimate Team

Fifa Ultimate Team verður nógv spælt av Fifa brúkarum og tað eru nógvir brúkarir sum posta ráð um, hvussu man kann fáa ymsar spælarir.
Squad building challenges ið eisini verður kalla SBC, verður nógv brúkt av fifa spælarum, har man býtur um spælarir fyri at fáa aðrir spælarir. Sum oftast er tað nakrir ávísir spælarir fólk fara eftir umvegis SBC.
Innan SBC verður youtube mest brúkt til at vísa skjótasta og besta mátan, at fáa tann spælaran man vil hava.
Live stroyming av FUT champions (weekend league) verður nógv brúkt á youtube, har man kann fylgja gongdini hja ymiskum Fifa brúkarum.


Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.

Fifakappingin verður hildin í Perluni í Tórshavn tann 17. og 18. september 2021 og tilmelding fer fram á esport.fo 

Cart
  • No products in the cart.