Fifa er sera væl umtókt í Føroyum

Fifa er sera væl umtókt í Føroyum

Sera nógvir føroyingar spæla Fifa. Um man tekur onnur spøl, sum eru við á e-pallinum her í Føroyum, so er tað helst einki annað spæl, sum hevur ein líka breiðan aldursbólk.
Tó er tað eingin stór afturvendandi kapping ella felagsskapur, ið samlar allar leikarnar saman. Hetta noyðist ikki at vera ein trupuleiki, ið avmarkar nøgdina av spælarum. Tó er harmligt, at føroyingar ikki hava ein felagsskap innan hetta økið. Tað avmarkar kappingarevni hjá hesum spælarum. Tað er júst tí, at tað er brúk fyri einari slíkari kapping, sum Fifa ECUP, har teir ídnastu fifaspælarinir bresta saman og Føroya besti fifaspælari verður funnin. Kappingin kann gerast karmur um ein veruligan fifa-felagsskap í Føroyum við afturvendandi kappingum.

Fifa kom út á fyrsta sinni í 1993 og síðani hava tað verið fleiri heimsmeistaraheitir. Tað var eitt spæl sum flutti tann fysiska fótbóltin á eina e-scenu. Hetta gav fleiri fólkum ein møguleikan til at luttaka í onkrum, sum er relaterað til fótbólt. Fólk ið ikki høvdu tey størstu evnini innan fótbólt, fingu nýggjan møguleika at vísa síni evni á ein annan hátt.

Har var sera nógvur kritikkur um Fifa, tá ið tað var lati út til almenningin. Fótbóltsfanatikkarir høvdu ta hugsanina, at Fifa fór at avmarka mongdina av fótbóltsleikarum. Tó var hetta ikki sannleikin, fótbólturin fekk eitt hjálpandi skump, tá ið Fifa var útgivið. Tvørturímóti fekk ein størri fjøld av fólki áhuga fyri fótbólti.

Fifa hevur fingið eitt pláss í heimsrekord-bókini fyri at vera mest-seljandi ítróttarspælið. Eisini í Føroyum hevur Fifa verið tað best seljandi ítróttarspælið, sum lýsir stóra áhugan fyri Fifa í Føroyum.


Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.

Fifakappingin verður hildin í Perluni í Tórshavn tann 17. og 18. september 2021 og tilmelding fer fram á esport.fo 

Cart
  • No products in the cart.