
Vit stuðla krabbameinsfelagnum
Ver við í kappingini og stuðla við luttøkugjaldinum. Yvirskotið frá kappingini verður latið krabbameinsfelagnum.
Øll kunnu verða rakt av krabbameini, Vit meta eisini at tað er hóskandi at varpa ljós á krabbamein í hesum høpi, av tí at Fifa er mest spælt av monnum í ymiskum aldrum, serliga teimum ungu. Krabbamein kann raka øll, og nøkur sløg av krabbameini rakar serliga hendan málbólk. Menn sum heild, eru tiltiknir fyri at ikki vilja fara til læknan at kanna seg. Tá tað kemur til krabbamein, er umráðandi at fáa tað staðfest tíðliga og koma í viðgerð.
Um Krabbameinsfelagið
Krabbameinsfelagið varð stovnað í 1979 undir navninum Føroya Felag móti Krabbameini. Stigtakarir vóru Lions felagið í Tórshavn eftir áheitan frá Bjarna og konu hansara Sannu Dahl Niclasen. Í 2009 fekk felagið nýggjan samleika og broytti navn til krabbameinsfelagið.
Krabbameinsfelagið
– Ráðgevur, hjálpur, og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarandi
– Upplýsir um krabbameinssjúkur og fyribyrging
– Stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini