1. Áðrenn uppmøting í Perluni

Vinaliga tjekkað eftir, at tú ert skrásettur í kappingina, og síðani tjekkað eftir hvørjum bólkið tú spælur í. Inni á Fifa síðuni ber til at síggja júst í hvørjum bólki man spælur, og hvat klokkan man skal spæla / møta.

1. Skráseting á eSport.fo

Skrásett teg á eSport.fo/fifa, og gjald á heimasíðuni / bankaflyting. Tú skalt skráseta títt navn, aldur og hvar tú kemur frá. Eftir hetta fert tú til kassan og betalur fyri tína skráseting. Legg til merkis, at tað ber bara til at skráseta ein í senn. 

Tú fært ein teldupost ið váttar at tú ert við í kappingina. Eru iva mál, ber altíð til at skriva til eSport.fo á Facebook ella á telduposti, [email protected]

2. Spælast skal í Perluni

Tú møtir upp til tína ásettu tíð. Hvør bólkur skal møta 10 minuttir áðrenn spælt verður, og síðani skal farast yvir til statiónina har bólkurin hjá tær spælur.

Minst til! Spritta hendurnar tá tú kemur til tiltakið í Perluni.

2. Sí hvønn bólk tú spælur í á eSport.fo

Sí hvønn bólk tú spælur á her: https://esport.fo/fifa-bracket/

3. Tá dysturin skal byrjast

Tú hevur 1 minutt at velja sínar innstillingar, til at velja hvat lið tú ynskir at verða og aðrar innstillingar.

3. Fylg við, at tíni dáta og hagtøl eru røtt

Her sæst hagtøl / stigatalva frá dystunum:

Fifa bracket – eSport.fo

4. Tá dysturin er ligiður

Tá tú hevur spælt tín dyst, skalt tú fara yvir til ein fyriskipari at fortelja hvør hevur vunnið dystin. Viktigt er her at nevna hvør tú ert, og hvørjum tú spældi ímóti. Skalt tú spæla 2 ella fleiri dystir á rað, ber til at fortelja um báðir dystirnir í senn, í staðin fyri at fara frá plássið sínum.

Eru ivamál, ber til at koma yvir til kioskina at fortelja um sín dyst. Minst til at tjekkað eftir á heimasíðuna, at tín dystur er skrásettur rætt.

4. Er okkurt áfátt, set teg í samband