FIFA ECUP

Fifa ger nú innrás á Føroyska eSport pallinum! Tann 17. og 18. Septembur verður nýggja Fifa kapping í Perluni, har Føroya besti Fifa spælari skal finnast. Kappingin er til frama fyri Krabbameinsfelagið, har alt yvirskot fer til teirra virksemi.

Ert tú Føroya besti e-fótbóltsleikari?

Ert tú klár/ur at kappast um at blíva Føroya besti Fifa spælari?

Skráseting: Tú skrásetur teg við at melda teg til á fifa síðuna og trysta á ”melda til” knøttin.

  • 200,- fyri at luttaka.
  • Maks luttakarapláss verður kunngjørt mánadagin 6. septembur
  • Fyrst bólkaspæl og síðani endaspæl
  • Aldursmark á 14 ár

Bólkaspæl: verður kunngjørt týsdagin 14. septembur

Bracket (endaspæl): verður kunngjørt so líðandi bólkaspælið verður spælt.

Odmar Færø

Føroyski landsliðsleikarin Odmar Færø er ein sera vandur fifaspælari, hann hevur spælt fifa í heili 17 ár.
Odmar hevur klárað seg sera væl til weekend league í Fifa, hansara besta úrslit higartil er 25 wins.

“Vit síggjast til Fifa ECUP 17. Og 18. Septembur, eg gleði meg!”

Luttekur

Odmar Færø luttekur í fyrstu sesong av Fifa ECUP  

“Besti fifaspælari á føroyska landsliðnum -tað eri eg!”

“Eg velji at verða við í søguni í eFótbólt við at luttakað. Kom og vita um tú ert betri enn eg!”

Nr. 1:

5.000kr gávukort frá tattoo ole, Dell S2721HGF – 144Hz, Curved gaming skermur (virið 2.499,00 kr), 2 karton av Bang energi drink

Nr. 2: Ferðaseðil frá Atlantic Airways (Virði upp til 2.000kr), gávukort frá Nema á 1.000kr, gávukort frá Ide Møblar á 1.000kr, gávukort á 1.000kr frá tattoo ole, 1 karton av Bang energi drink
Nr. 3: gávukort á 1.000kr frá Power, gávukort á 500kr frá Nema, 1 karton av Bang energi drink

Vinningar

Vit hava savnað inn góðir stuðlar til hetta góða endamál og tað eru vinningar fyri yvir 15.000kr                   

Høvuðsstuðlar

Nema og Tattoo Ole Fo

Stuðlar

Niels L Arge, Damfar, Power, Ide Møblar, Atlantic Airways, Bergmál, RR Bókhald

 

Vit stuðla krabbameinsfelagnum

Ver við í kappingini og stuðla við luttøkugjaldinum. Yvirskotið frá kappingini verður latið krabbameinsfelagnum.

Øll kunnu verða rakt av krabbameini, Vit meta eisini at tað er hóskandi at varpa ljós á krabbamein í hesum høpi, av tí at Fifa er mest spælt av monnum í ymiskum aldrum, serliga teimum ungu. Krabbamein kann raka øll, og nøkur sløg av krabbameini rakar serliga hendan málbólk. Menn sum heild, eru tiltiknir fyri at ikki vilja fara til læknan at kanna seg. Tá tað kemur til krabbamein, er umráðandi at fáa tað staðfest tíðliga og koma í viðgerð.

Um Krabbameinsfelagið

Krabbameinsfelagið varð stovnað í 1979 undir navninum Føroya Felag móti Krabbameini. Stigtakarir vóru Lions felagið í Tórshavn eftir áheitan frá Bjarna og konu hansara Sannu Dahl Niclasen. Í 2009 fekk felagið nýggjan samleika og broytti navn til krabbameinsfelagið.

Krabbameinsfelagið

– Ráðgevur, hjálpur, og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarandi
– Upplýsir um krabbameinssjúkur og fyribyrging
– Stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini

Les meira Gev stuðul