Filmur um Johan Sundstein og liðfelagar hansara

Í kvøld klokkan 19:00 verður Truesight filmurin av Dota 2 – The International 8 frumførvístur. Hvat er serstakt við júst hesum filminum? Føroyingurin Johan Sundstein og liðfelagar hansara eru miðpunkt í filminum.

Til frumsýningina fara vit væntandi eisini at síggja Johan Sundstein og liðfelagar hansara svara uppá spurningar frá teimum hundratals áskoðarunum. Tað verður livestroymað frá Nordisk Film Biograf Palads í Keypmannahavn, og vit vísa tað við Føroyskum live-kjatti her:

https://esport.fo/live/

Truesight er ein røð av filmum ið Valve ger á hvørjum árið, og hesaferð verður dentur lagdur á liðið hjá Johan Sundstein sum kallast OG. Tað var í summar í fjørð har Johan Sundstein vann heimsmeistaraheitið í Dota 2, har Johan og liðfelagar hansara fóru avstað við knøppum 75 mió. Danskar krónur. Sendingarnar í Truesight røðini eru vanliga umleið 60 minuttir langar, og hesaferð verður sum áður nevnt live-spurningar frá áskoðarunum. Røðin fær vanliga milliónir av hyggjarum kring allan heimin.

Sí trailarin til filmin her:

Si brotið niðanfyri, har OG vinna The International 8. Finalan var spælt tann 25. August 2018.

Tilsamans var spælt um góðar 175 mió. Danskar krónur.

Cart
  • No products in the cart.