Filmur um OG og Johan Sundstein

Í morgin klokkan 18:00 føroyska tíð verður filmur sýndur av Johan “N0Tail” Sundstein og lið hansara, OG. Tað var í fjørð har liðið hjá Johan gjørdi søgu við at vinna heimsmeistaraheitið fyri aðruferð. Tað snýr seg um kappingina “The International 2019”, ið hevur heimsins størsta vinninga upphædd innan eSport, har spælt var um 232 Mió. DKK (34 Mió. USD.).

Sí trailara:

Filmurin hevur frumsýning Týsdagin 28. januar í Berlin, har Johan saman við sínum liðið fara at luttaka við reyðum løbara. Eftir at filmurin er sýndur beinleiðis, verður filmurin eisini tøkur á YouTube umframt á Steam platforminum. 

True Sight, ið er navnið á films røðini, leggur hesaferð dent á OG og Team Liquid. Tað er ein sera dramatiskur filmur, ið vísir teir góðu og tórføru síðurnar hjá báðum liðunum, og eisini merkir man atmosferuna í rúminum. Umleið 2 Mió. fólk hugdu beinleiðis tá finalan var spæld, og stadium har spælt var í, var útselt eftir fáum minuttum. Spælt var í Shanghai, 25. august 2019.

OG vunnu 3-1 á Team Liquid, ið annars vóru nakrir sera tættir dystir. Dystirnir vóru spennandi og bæði liðini vóru í álopið so at siga øll spølini. OG vunnu umleið 106 Mió. DKK.

Sí livestroymingina beinleiðis her (kl 18:00):

https://www.twitch.tv/dota2ti

Ella sí á YouTube eftir beinleiðis stroymingina:

https://www.youtube.com/user/dota2

Næsta heimsmeistarahetið verður í Stockholm næsta ár. Vit hava hjálpt at samskipa eina ferð til kappingina við Flog.fo. Sí temaferðina her: https://flog.fo/pakkafer%C3%B0ir/temafer%C3%B0ir/dota-2-stockholm/ 


Cart
  • No products in the cart.