Finala í B Deildini

Nú hevur tað verið ótrúliga nógv tos um Effo Deildina og stóra finaludegin leygardagin, ið verður hildlin á Óðinshædd. Men afturat Effo Deildini var sjálvandi B Deildin, har fleiri sterk lið kappaðust um at vinna deildina og sjálvandi gerast partur av Effo Deildini komandi ár. 

Besta av hesum ymsu liðunum sá uttan iva út til at vera Tenacious Old Boys. Eitt ordans veteranlið við nógvum kendum spælarum, m.a. t Arnarchy, ið megnaði at koma í finaluna til síðstu Effo Deild, og t Petur, frásøgufólkið, ið flest allir føroyskir LoL spælarar kenna. Allir á tí liðinum eru sannir veteranar í føroysku League scenuni, og tí var tað væntað, at teir fóru at enda ovast og trygt vinna endaspælið. 

Serliga tvey onnur lið vóru tó eisini, sum hungraðu eftir fyrstaplássinum í B Deildini. Tað vóru NordurVestur og Útskiftararnir. Teir vóru enntá so javnir, at neyðugt var at spæla tiebreaker áðrenn finaludystin. Tað vunnu Útskiftararnir við einum fantastiskum junglara Stanak á odda, og tað hendi so mánakvøldið, at finala bleiv spæld í B Deildini. Tenacious Old Boys komu sera sjálvsikrir inn í finaluna. Teir vóru 8-2 á veg inn í endaspælið, og nógv væntaði ein tryggan og sterkan sigur frá teimum í B Deildini. Teir eru jú eitt sera sterkt veteran lið, ið væl hevði kunnað verið í minsta lagi eitt miðalgott lið í Effo Deildini. Ímóti teimum stóðu Útskiftararnir. Teir sóu eisini sterkir út á einum 2. plássi í B Deildini við 7-4 á stigatalvuni. Tó vóru flestu av hesum spælararnum ikki tætt uppá líka royndir í føroyskum kappingum. 

So var alt klárt til finaluna. Dugnaligu frásøgumenninir Kai Viderø og Knút Joensen stóðu klárir at casta eina spennandi men møguliga ójavna finalu. Her var tað, at royndu veteranarnir í Tenacious Old Boys og eldhugaðu Útskiftararnir at enda fóru at avgera, hvat sterkasta liðið í B Deildini var.

Fyrsta spælið var sera javnt og fór aftur og fram sum flóð og fjørða. Tó hevði Útskiftararnir aftaná allar hesar bardagarnar tryggjað sær tríggjar skjótar drekar, ið setti stórt trýst á Tenacious Old Boys. 4. drekin kom so, og um Útskiftararnir fingu hesa, so høvdu teir Dragon Soul, sum hevði veruliga sett teir á eina trygga kós at vinna spælið. Men Tenacious Old Boys megnaði at vinna bardagan um drekan og tryggja sær ein kjans í spælinum. Nógvir bardagar fóru fram, summir javnir og summir minni javnir, og úrslitið var so, at Útskiftararnir fingu tryggjað sær heili tveir Barons. Tó høvdu Tenacious Old Boys enn noktað teimum Dragon Soul og vóru sjálvir á tveimum drekum nú. So kom drekin enn einaferð, og hesuferð, aftaná 2 barons, nógv kills og stóran fyrimun í gulli og experience, fingu Útskiftararnir vunnið bardagan um sálina og endiliga tryggjað sær Dragon Soul og ein sigur í dystinum. 

Hetta var ein sera stórur sigur fyri Útskiftararnar, og tí finalan var ein Bo3, so skuldi bert ein sigur afturat til, at Útskiftararnir vunnu kappingina. Nú sást, at Tenacious Old Boys byrjaðu at óttast. Teir høvdu víst seg at verið sera sjálvsikkrir og alt ov erpnir. Hesuferð fluttu teir runt uppá rollurnar í liðinum, so teir vóru allir á sínum bestu positiónum. 

Útskiftararnir spældu enn einaferð fyri drekarnar og fingu tryggjað sær Dragon Soul. Saman við Ornn hjá Take it Away høvdu teir ótrúliga stóran fyrimun, tí Dragon Soul og Ornnaments, ið Ornn gevur liðinum, gjørdi Útskiftararnir so ótrúliga sterkar og vandamiklar. Harafturímóti hevði Tenacious Old Boys spælt fyri at vinna tíðliga á dystinum og tí tryggja sær ein skjótan sigur, áðrenn Útskiftararnir megnaðu at fáa gullið og experience, ið loyvdi teimum at berjast ímóti. Hendan ætlanin miseydnaðist, og Útskiftararnir vunnu seinna dystin eisini.

Hetta var ein sera spennandi finala við einum skelkandi úrsliti. Útskiftararnir megnaðu at prógva seg sum besta lið í B Deildini. Afturat vinningunum, ið fylgja við fyrsta plássinum, hava teir tryggjað sær eitt pláss í Effo Deildini næstu sesong. Stórt tillukku til Útskiftararnar!

Nú er einans finalan í Effo Deildini eftir, og hesuferð verður tað størri enn nakrantíð áður. Nógv áskoðarapláss verða, og produktióninsgóðskan verður á hægsta stigi. Komið og fylgið við, tá TTT og CTM fara at avgera besta liðið í Føroyum kl 15:30 hjá Effo á Óðinshædd 5!

Cart
  • No products in the cart.