Finalan í League of Legends

Tað er í kvøld stóra brakið verður, har Esport.fo fara at finna føroya besta lið i League of Legends.

finalan

Í gjár kappaðust tey 16 liðini og heili 13 lið dóttu úr kappingini. Undankapping var sera spennandi, og nú eru bert 3 lið eftur.
Spinning Gravity Rats hava vunnið allar sínar dystur og hava tí tryggja sær eitt finalupláss og ein kjans at vinna 3000kr í vinningum frá Elding.
Chilling and Billing og Full Pláta FML skulu spæla hálv finalu dystin áðrenn finalan verður, sum byrjar klokkan 17.15.
Tað verða tvey føroyskt frásøgufólk ið fara at tosa um dystin, kjakast og greiða frá meðan spælt verður.

Dystirnir verða stroymaðir her á Esport.fo forsíðuni.

Áhugin fyri kappingini hevur verið stórur vit hava havt yvir 400 vitjanar  í sjálvari LoL síðuni har fólk hava kunna fylgt við í undanførunum.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here