Eftir síðsta umfarið ígjár, har “OrkaGaming” spældi ímóti “KassaBoys”, er nú staðfest hvørji lið fara at leika um vinnaraheitið í Deild B.
Støðan gjørdist sera jøvn í síðsta umfarinum, har KassaBoys vunnu fyrsta map við 16-11, og síðani vann OrkaGaming 16-11. Bæði liðini dansaðu um at vinna rundirnar, og fylgdust væl við. Tó í triðja map, vann KassaBoys 16-13 á OrkaGaming, og tískil eru teir nú víðari í finaluni.
Finalan verður spæld ídag, sunnudagin 17 Mai 2020, klokkan 18:00.
Støðan sæst á CS:GO síðuni hjá okkum, og eisini ber til at lesa meira um hagtølini frá leikarunum og dystunum har.

Vit livestroyma finaluna klokkan 18:00 á okkara twitch kanal.
Tað er Klæmint Túgvustein ið stendur fyri at varpa út finaluna, og eru vit sera spentir uppá at síggja hvør ferð at vinna Deild B í ár.
Triðja plássið verður spældur tá bæði liðini kunnu avtalað eitt tíðspunkt at spæla í komandi viku.
Livestroymingin sæst her:
https://www.twitch.tv/esportfo