Finalan í Deild B.

Komandi vikuskifti verður finalan í Deild B.

Nú verður avgreitt hvat lið í Deild B er best. Spælt hevur verið í 10 vikur, og støðan sær soleiðis út:

Liði “Team Production” kann ikki spæla í Semi-finalu, tí at tey standa fyri at produsera kappingina og livestroymingarnar. Tískil eru tey næstu 4 liðini boðin í semifinalu umfarð. 

Spælt verður soleiðis:

Fríggjakvøldið kl 19:00

Vit Snýta vs Bara Eg

Leygardagin kl 18:00

OrkaGaming vs KassaBoys

Sunnudagin kl 18:00

TBD vs TBD

Allar dystirnir verða livestroymaðar á okkara Twitch kanal, og tað verður Klæmint Túgvustein sum kemur at varpa út. Dystinir verða leiktir í einum BO3 formatið, og tað verður spælt á servara 1, ið liggur hjá Elektron. Serstakt við servarnir er, at teir liggja lokalt í Føroyum, soleiðis at leikarnir kunnu uppliva tí bestu góðskuna. 

Vinnarnir av semi-finalu umførunum fara beinleiðis í finaluna, og tískil verður tað sera spennandi at síggja um hvør ferð at vinna kappingarárið í Deild B. Liði “Vit Snýta” endaðu nummar 1, og hava tískil møguleikan at velja hvat lið teir ynskja at spæla ímótir, fyri at hava ein fyrimun í semi-finaluni. Tó er torført at siga hvør ferð at vinna kappingarárið í Deild B, tí øll topp 4 liðini hava møguleikan at fara avstað við vinnaraheitinum. 

Vinnaraliði vinnur ókeypis atgongd til næsta kappingarár í Elektron Deildina, og eisini vinna tey eitt gávubræv til Pizza67. Nummar 2 fær beinleiðis at gongd til bestu deild næsta ár. 

Um liðini eru hesi orð:

Nr. 1 Vit Snýta

Eitt sera ungt lið, við góðum menningarmøguleika er hoyrt. Teir hava megna at spælt seg sera væl ígjøgnum allað kappingina, og ofta verður sagt, at teir faktist snýta /s. Tað verður boða frá, at Leikarin Kári “Kari” Sólsker er ein av teimum bestu Deaglarunum í Føroyum. Á liðnum eru  Aron Miðberg Mikkelsen (Liðskipari), Heini Simonsen, Gestur Ternustein, Kári Sólsker, Hans Petur Weihe. Útskiftarir eru Magnus Danson Olsen og Teitur Lamhauge.

Liði kemur frá ymsastaðnis í Føroyum. 

Nr. 2 Kassaboys

Tað er eitt ungt lið úr Fuglafirði, og hava teir spælt sera væl. Á liðnum er Jørmund Ari Torkilsson (Liðskipari), Teodor Jacobsen, Birgir Jacobsen, Pætur Berjastein, Fríði Elisson. Útskiftarir eru Rani Lamhauge og Hovgrímur Grækarisson, úr Hoyvík.

Nr. 3 OrkaGaming

Eitt bygdalið við hægri miðalalduri enn hini liðini. Elsti leikarin er Cem á Hólum (37 ár), ið ofta sigst, at hann hevði kunna verið foreldur hjá teimum flestu ungu leikarum hjá hinum liðunum. Á liðnum er Sam Jacobsen (Liðskipari), Cem á Hólum, Adrian Mouritsen, Otto Justinussen, Benjamin Simonsen. Útskiftarir eru Heri Thomsen, Tórvald Joensen og John Vernar Louisson, ið vit hava fingið at vita er skipsmaður. 

Liði kemur frá Gøtu, Fuglafirði, Klaksvík og Tvøroyri.

Nr. 4 Bara Eg?

Stutt orð frá teimum eru hesi: “Ja tavagud eg veit ikki vit vóru bara 3 her í klax sum ætlaði at gera lið so vit gjørdi bara lið saman við trimum mans í úr vestmanna. Og okkara besta map er Vertigo. Spæla hana bara fyri at irretera hini liðini haha. Komu sindur óseriøst inn í kappingina men so funnu vit skjótt útav at spæla orduligt saman. Vit vildi bara prøva hetta lineup. Verur sikkurt broytt til næstuferð.”

Á liðnum eru Ísak Tróndheim (Liðskipari), Mikkjal Petersen, Hallur Blástein, Rani Ákason og Ditlev Jacobsen. Útskiftarir eru Ólavur Eikhólm Trygvason og Magni Sigurðsson. 

Vit senda beinleiðis her:

https://www.twitch.tv/esportfo

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here