Finalan í Effo Deildini verður í kvøld

Í kvøld verða føroyameistararnir í Effo Deildini kosnir. Finalan í spælinum League of Legends verður spæld í kvøld kl. 19.

Spælið League of Legends er eitt av teimum mest spældu eSport spølunum í Føroyum, og hevur verið eitt av teimum best dámdu eSport spølunum líka síðani 2009, tá spælið útkom fyri fyrstu ferð. Mett verður, at um 1000 føroyingar eiga og spæla spælið.

Tað liðini Tenacious Gaming og TikTok Terrorists, ið hava megnað at komið í finaluna. Tað hava verið í alt 14 undan umfør og semi finalur.

Leikararnir í Effo Deildini spæla um tilsamans 60.000 kr. í vinningum, og verður hetta deilt millum topp 4 liðini. Tiltakið verður sent beinleiðis frá høvuðsskrivstovuni hjá Effo, og í ár verður tað uttan áskoðarar til tiltakið. Tað verðir sjálvandi møguligt at fylgja við finaluni, sum verður livestroymað á www.esport.fo og á www.twitch.tv/esportfo

Leikarir hjá Tenacious Gaming:

(C) Christian “Chloè” Dahl

Sigurð “GSE Siggypee” Poulsen

Arnar “t Arnarchy” Lognberg

Oddur “Oddster” Bech

Andrias “t Xaine” Elttør

Leikarir hjá TikTok Terrorists

(C) Magnus “Magunz” F. Lamhauge

Kristin “Krispu” Rønne Olsen

Rúni “revurin” Lave

Heini “Hoyni” Sjóvará

Sámal “Killina” Fagraklett

Cart
  • No products in the cart.