Finaludagurin í Elektron deildini 13. Apríl!

Leygardagin tann 13. Apríl 2019 verður stóri endabresturin í Elektron deildini. Føroyameistarin í Counter-Strike: Global Offensive verður funnin, og top 5 liðini fáa sín part av teimum knøppu 50.000 kr. í vinningum! Øll eru hjartaliga vælkomin!

Semifinalurnar í Elektron deildini eru spældar og avgjørdar, og vit hava fingið staðfest, hvørji tey bæði liðini verða, sum fara at dystast um føroyameistaraheitið hetta vikuskiftið í hølunum hjá Elektron. Tað verður eitt stórt brak, tá Músa Víkingar og TT Gaming fara at spæla alt tað teir eru mentir, fyri at tryggja sær heiðurin.

Finalan verður hildin í hølunum hjá Elektron á Staravegi 9, 100 Tórshavn. Tiltakið byrjar klokkan 14:20, og væntað verður at tiltakið varðar á leið 5 tímar. Øll sum møta upp hava møguleika fyri at keypa sær okkurt til matna, afturvið dystunum.

Músa Víkingar

Bjarni ‘Frosty’ Due Zachariasen
Elmar ‘Elmir’ Jacobsen
Jacob ‘mOgens’ Vitalis
Edmundur ‘Ozz’ Johannesen
Karim ‘SkrtNeglHann’ Højgaard Joensen

TT Gaming

Heðin ‘HMonster’ Mortensen
Rókur ‘RdN’ D. Norðoy
Aron ‘Arizon’ Hammer
Fríði ‘frusaZ’ Lómstein Zachariasen
Jógvan ‘Jimmy’ Sólsker

Stóra finalan í Elektron deildini verður spæld eftir einum best of 5 formati, sum merkir at tað verður ein rúgva av Counter-Strike á hægsta støði til áskoðararnar hendan stóra dagin. TT Gaming eru allarhelst favorittar tá tað kemur til individuellar eginleikar, men tað er ikki sum at spæla heimanifrá, sum at spæla á LAN. Tað er eyka trýst á spælarunum, og teir spæla í einum umhvørvi sum teir ikki eru vanir við. Músa Víkingarnir hava prógvað, at teir krafta nógv, og at teir eru førir fyri at spæla saman sum eitt lið, sjálvt um teir hava spælarar sum kunnu samanberast við stjørnuskot.

Samanumtøkur av semi-finalunum kunnu lesast her:
TT Gaming vs Team Ballast!
Teamspik vs Músavíkingar

Øll eru hjartaliga vælkomin! 🙂

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here