Starladder Invitational – Sera spennandi dystir í dag

Fleiri góðir dystir í Starladder Invitational verða í dag.

OG vs Alliance
Dysturin eg trúgvi flestu føroyingar hava bíða eftur at sæð.
Aftaná vit sóðu Miracle fara 17-2 við windranger í miðuni, verður tað spennandi at síggja hvat maðurin fer at diska upp við í dag.
Alliance hava spælt heilt ótrúliga væl, sum eitt lið hesa kappingina. Serliga hava vit sæð EGM spælt yviraskandi væl á position 4, har hann altið hevur funni farm og klára altið at yvirraska mótstøðu liði við ganks.
Bæði liðini duga væl at deila farmi út millum leikarirnir og spæla væl sum eitt lið.
OG hava Miracle og Alliance hava s4. Tað verður ringt at siga hvør fer at vinna hendan dystin.

LGD vs Na’Vi
Soleiðis sum LGD hevur spælt hesa kappingina, ger nokk teir til yndisliði at vinna hesa kappingina.
Men Na’Vi hava spælt yvirraskandi væl, teir hava vunni OG 2-1 og VG-R 2-0.
Serliga nýggi spælarin General og Sonneiko hava gjørt tað lættari hjá Na’Vi at vinna hesir dystirnir við teirra big plays.

Men trúgvi alikavæl at LGD fara at taka hendan dystin, tí LGD eru serliga góðir at samlast aftaná 10min og verja torn/teamfighta early.
Tað er ein sterkleiki hjá Na’Vi men ikki uppá sama máta.

VG-R vs TBT  (Alliance/OG)
Tað verður entin Na’Vi ella Alliance.
[poll id=”12″]

Mynd: Joindota.com

Cart
  • No products in the cart.