Í kvøld verða fyrstu FoGames í LoL, og tey verða samskipa í ráð við okkara frásøgu-legenda, Sámal. FoGame hevur verið aktivt í Dota 2 og í CS:GO síðani vit byrjaðu Esport.fo, og hevur havt nógvan traffik, og kø’irnar hava verið nakað langar til tíðir fyri at joina spølini.
Í hesum sambandinum fara vit at vísa eina vegleiðandi tekst og myndarøð, fyri hvussu tú gert fyri at joina spæli, eftir tú hevur skrásett teg á League of Legends síðuni.
Tekst stig-fyri-stig.
- Tú skrásetur teg til game á LoL síðuni, velur tíðspunkt nær tú vilt spæla.
- Joina ts.esport.fo á Teamspeak, joina LoL Lobby og síðani opnar LoL og klikkar á Play
- Síðani skalt tú velja Custom game -> Normal -> klikka á join game (um eingin lobby er, ger ein nýggjan við navninum esportfo og tournement mode, og loyniðorð tað sama um neyðugt er fyri tí)
- Síðani skalt tú velja møguleikan til at síggja Private games, set eitt flugubein í tí.
- Leitað eftir esportfo í leitið teigninum og joina esportfo lobby.
- Avtalað sortering av ranks, soleiðsnar at spølini verða so jøvn sum gjørlig.
Stig-fyri-stig myndarøð.