FoGames í Overwatch

Nú er tíðin komin til at bjóða FoGames í Overwatch! Vit hava hoyrt tykkara meiningar, og vilja bøta um umhvørið í Overwatch líka sum vit hava gjørt í CS:GO. Tí fara vit at byrja uppá FoGames í Overwatch hvønn Hós til Sunnudag, har spælt verður frá klokkan 19:00 fram til tá fólk leggja seg.

Hvat er FoGames?

Tá vit settu á stovn eSport.fo, høvdu vit til endamáls at sameina allar Føroyingar innan eSport, og vit byrjaðu við CS:GO og Dota 2. Hesi spølini vóru sera væl dámd, og frá fyrsta degi var spælt FoGames hvønn dag í báðum spølunum. Í CS:GO megnaðu vit til tíðir at fylla 3 servarir upp (30 fólk), og spælt var sera leingi um kvøldarnar. FoGames er í stuttum Føroyingar ímótir Føroyingum, har vit savna spælarir umvegis heimasíðu okkara og okkara Teamspeak at spæla ímótir hvørjum øðrum.

Hvar og hvussu kann ein melda seg til?

  • Hava nýggjasta TeamSpeak klientin kann downloadast her.
  • Innrita á eSport.fo servarin: ts.esport.fo
  • Fara inná Overwatch kanalina(lobby). (Klokkan 19:00)

Vit byrja við at gera FoGames manuelt umvegis okkara teamspeak, framm til okkara nýggja Queue skipan er klár á summri. Vit byrja altíð klokkan 19:00, og enda tá ikki nokk av spælarum eru eftir.

Hví vera við?

Langtíðarætlanin er at hækka støðið og almennu fatanina og virðingina fyri eSport í Føroyum. Vit meta at átøk sum FoGames og stuðlaðar kappingar kunnu hjálpa við at uppbyggja felagsskapin í Overwatch og eSporti sum heild í Føroyum, so at tað kann einaferð liggja lið um lið við aðrar ítróttagreinar í Føroyum. So, tað einasta tú skalt gera fyri at ítøkiliga taka lut í at uppbyggja eSport í Føroyum, er at ‘fragga’ aðrar Føroyingar, kundi ikki veri nemmari!

Reglugerð

Í FoGames er øll vælkomin at luttakað við, vit spyrja tykkum bara um at hava ein góðan tóna, sjálvt um ein tapur ella ein ger eitt mistak. Spælarir kunnu venda aftur til eSport.fo á Facebook, um ein vil ‘rapportera’ ein annan spælari fyri eitt nú snýt, spælur vánaligt við vilja ella er negativur yvirfyri liðinum.

Einki aldursmark
Einki spam, happing/hóttanir osv.

Brot á nakra reglu kann elva til temporary kick ella permanent ban.
Dystir kunnu vera stroymaðir live á twitch.tv/esportfo

Síggjast í kvøld klokkan 19:00!

Cart
  • No products in the cart.