Føroya besta CS:GO duo er funnin!

Í gjár, varð finalan av Red Bull eCup 2022 spæld. BMK1ngs og Stoffahouse høvdu vunnið seg víðari frá hálvfinalunum og skuldu tí kappast um vinningar fyri umleið 20.000,- DKK.

Finalan varð spæld í BO5 formati. Maps, ið vóru spældar vóru: Short Dust, Short Nuke og Vertigo. HMonst3r og Zeynt úr BMK1ngs spældu eina góða kapping allan vegin ígjøgnum og sendu eisini Stoffahouse heim aftur við bert tveimum kartengum av Red Bull. Á Short Dust vunnu BMK1ngs heili 9-2 og avgreiddu eisini finaluna í besta stíli við 9-1 sigri á Vertigo. Áðrenn liðini fóru til Vertigo, skuldu BMK1ngs tó hava eitt sindur av mótstøðu! Map nummar tvey mátti út í overtime, orsakað av stórspælið frá Smiley á Stoffahouse liðnum. HMonst3r og Zeynt úr BMK1ngs, vildu tað bara eitt sindur meira á sjálvum degnum og fingu at enda avgreidd Short Nuke, við einum12-9 sigri.

Red Bull eCup 2022 er á hesum sinni av. BMK1ngs verða ynsktir hjartaliga tillukku við sínum flotta avriki og góða CS:GO spæli. Teir vóru eyðsýndir frá fyrsta umfari og leikaranir hava nú enn einaferð víst, hví teir hava vunnið so ofta. Við hesum vilja eSport Føroyar fegin takka okkara fantastisku stuðlum, Red Bull og Formula, fyri at veita framúr stuðul til Red Bull eCup 2022.

Cart
  • No products in the cart.