FØROYA FYRSTA CS:GO DEILD VIÐ 8.500,- Í VINNINGUM!

Esport.fo ferð nú undir at seta á stovn eina føroyska Counter-Strike: Global Offensive deild. Føroysk lið fáa nú møguleika at kappast javnan ímóti hvørjum øðrum í einum væl skipaðum umhvørvi, sum Esport.fo fer at leggja karmar fyri.

Eftirspurningurin hevur verið sera høgur, og tískil hava vit tikið stig at seta á stovn Føroya fyrsta CS:GO League, ið ætlandi skal koyra minst 2 ferðir um árið. Eftir hvørja sesong miða vit eftir at gera eitt LAN tiltak saman við stuðlarum soleiðis, at vit væntandi hava 2 LAN tiltøk um árið.

Elding Elrisin hevur valt at stuðla Sesong 1, har vinningurin er methøgur hesaferð!

Toymið hjá Esport.fo hevur sett upp fleiri CS:GO servarar, og vit ætla at koyra livescore og livescoreboard av hvørjum dysti, ið verður leiktur.

Tað ber enn til at melda sítt lið til, har freistin er mánadagin 24/10 klokkan 19:00. Tilmelding fer fram við at skriva til Esport.fo á facebook. Trýst her fyri at koma á okkara facebook síðu.

 

Esport.fo deild

Esport.fo deild er samansett av tveimum deildum, deild A og B. Tey bestu liðini í Føroyum kappast í deild A. Tad eru bert 6 lið ið sleppa at luttakað í Deild A, tó er tað óavmarka fyri hvussu nógv lið sleppa at luttakað í Deild B.

 

Øll lið skulu spæla tveir dystir um vikuna ið eru “Best av 3”. Øll lið í deild A koma at spæla ímóti hvørjum øðrum tvær ferdir. Tad vil siga at eitt lid í deild A, skal spæla 10 dystir, tí tað eru 5 onnur lið í deild A. Eins er galdandi fyri liðini í deild B, tó kann talid av dystum verda skiftandi alt eftir hvussu nógv lid koma at verða í deild B, tí tað er óavmarkað hvussu nógv lið sleppa at luttakað í deild B.

 

Hvør sesong varar uml. 2-3 mðr, og síðani verður tað 1-2 mðr steðgur millum sesongirnar. Ein sesong endar tá øll liðini hava spælt sínar dystir. Deild A hevur spælt allar sínar, tíggju dystir, aftaná 5 vikur. Tó merkir tad ikki at ein seasong er 5 vikur, men bara at hon er minst 5 vikur long. Eru tad fleiri enn 6 lið ið luttakað í deild B, so er sjálvsagt at seasongin verður tað longri. Veråa tad ov nógv lið í Deild B, koma øll lið í Deild B ikki at spæla ímóti hvørjum øðrum -ella verður ein deild gjørd avtrat.

 

Upp & niður flyting

Deild A:

2 teir niðastu fara niður í Deild B.*

Deild B:

2 teir ovastu verða bjóðaði við í Deild A.*

Nær verður spælt

Øll lið í Deild A spæla mikudagar og fríggjadagar kl 19:00. Øll lið í Deild B spæla mánadagar og hósdagar kl 19:00.**

Vinningar

Deild A fara at spæla um eina samlaða vinning á 8.500,- í fyrstu sesong, ið er stuðla av ongun øðrum enn Elding Elrisin! Og tað eru vinnarnir ið fáa vinningin. 

Deild B spæla í fyrsta sesong um at koma upp í Deild A. 

 

VODAFONE STUDLAR ESPORT.FO!

Fyri at tryggja bestu servararnar hevur Esport.fo í samstarv við VODAFONE set up nakrar 128 tick servarar í Føroyum, hettar merkir, at tú kann vænta 5~ millisekund ping tá ið tú spælur dystirnar og hit registration er so gott sum tað kann blíva.

https://www.vodafone.fo/

 

LAN tiltøk

Vit miðja eftir, at enda umførini altíð fara at spælast í eitt LAN tiltak ið Esport skipar fyri, ella er við sum stuðlandi til onnur feløg. Fyrsta sesongin endar við einum brakið inni í Handilsskúlanum í Havn, tann 1-3 desember.

Prísur

Sesong 1 er ókeypis fyri øll!

Í sesong 2 verða lið í deild A biðin um at gjalda eitt avgjald uppá 100,- kr per persón. Luttakandi í Deild B sleppa framhaldandi at luttakað ókeypis.

Reglar fyri Esport.fo League

Reglar ið ávirka spælið

  • Spælarir hava 15 minuttir at gera seg klárar aftaná ásettu tíðina, ið er sett av Esport.fo – Tad vil siga, at skuldi dysturin spælast kl 19:00 so hava spælarir til 19:15 at gera seg klárar og byrja. Aftaná 15 minuttir hevur hitt liðið loyvið, vid samskifti við Esport.fo, at fáa eitt forfeit win.
  • Ein spælari hevur ikki loyvið at brúka Alias Jump Throw Bind.
  • Player clipping er ikki loyvt
  • Pixelwalking er ikki loyvt
  • Tað er ikki loyvt at planta C4 eitt stað hvar ið hon ikki kann síggjast ella/og hoyrast.
  • Tað er ikki loyvt at planta C4 eitt stað har ið hon ikki kann defuse’ast
  • Tað er ikki loyvt at defuse’a C4 ígjøgnum veggir, gólv og tílíkt.
  • Tað er ikki loyvt at snýta.

Allir dystir hava “Official game settings” eins sum CS:GO Majors.

Game settings & tílíkt

  • Freeze Time – 15 sekund
  • Round Time – 1 minut og 55 sekund
  • Regulation Max Rounds – 15
  • Regulation Start Money – $800
  • Regulation Side Selection – Knife for sides
  • Overtime Max Rounds – 3
  • Overtime Start Money – $10,000
  • Lið pick’a & ban’a fylgjandi – Ban-Ban-Pick-Pick-Ban-Random. Hetta verður gjørt við at liðformennirnar á hvørjum liði skrivað: !veto3 á kjatt, tá ið øll hava joina og eru klár.

 

Maps

  • Dust 2
  • Mirage
  • Cache
  • Overpass
  • Cobblestone
  • Train
  • Inferno

 

Reglar ið ávirka lið

  • Lið hava ikki loyvið at hava ein coach ingame ella at samskifta við meðan dysturin verður spældur.
  • Lið hava rætt til tveir útskiftarar, teir skulu verda navngivnir av lid formannimum áðrenn sesongin byrjar (vendi tykkum til Esport.fo á facebook).
  • Lið hava loyvið til eina 2 minuttir tactical timeout per game.

 

Reglar ið ávirka spælaran

  • Ein spælari hevur bara loyvið at luttakað vid einum liðið í senn í EsportFO League, eisini um hitt liðið er í einari aðrari deild.
  • Ein spælari hevur ikki loyvið at luttakað um hann er VAC banned á CS:GO við tí brúkarinum hann hevur meldað til.
  • Um ein spælari fær vac ban í meðan sesongin er, ferð Esport.fo toymið at viðgerað, um banni eisini skal fevna um leagua’una og allar komandi Esport.fo kappingar.
  • Fær ein spælari vac ban undir einum almennum Esport.fo dysti/servarum, verður spælarin sum mininum burturvístur frá øllum CS:GO aktivitetum hjá Esport.fo í 1 ár ella longri.

 

FAQ

  • Q: Er tað loyvt at livestreama sjálvur?
    • A: Beinleidis stroyming av egnum POV í einum dysti, á eitt nú twitch, er loyvt. Vinarliga set 120 sekund delay á streaminum, soleiðsnar at eingin stream-sniping kann henda. Tað er undir egnu ábyrgd at man livestreamar.
  • Q: Hvar meldar man seg til?
    • A: Skrivað til Esport.fo á facebook, so skrásetað vit tykkum.
  • Q: Um vit absolut mangla 1 spælara, og báðir útskiftarnir ikki kunnu koma, kunnu vit fáa ein annan við so?
    • A: Nei.
  • Q: Hvar kunnu vit fáa eitt teamspeak 3 rúm?
    • A: Skrivað til ein admin á Teamspeak ella skrivað til okkum á facebook, har tú greiðir frá hvat navn rúmið skal hava og loyniðorði.
  • Q: Kunnu vit manuelt ban-picka maps?
    • A: Ja, um bæði liðini vilja tað. Annars viðmæla vit at !veto3 altíð verður nýtt.
  • Q: Kunnu vit sjálvi fáa okkum stuðlar?
    • A: Ja, men vinarliga seti tykkum í sambandi við okkum viðv. stuðlar.

 

Livestroyming

Vit fara at miðja eftir at stroyma so nógv sum gjørligt; tó lovað vit ikki, at tað verður streama hvørjaferð ella hvørja viku. Øll okkara livestreaming ferð umvegis okkara twitch brúkara, www.twitch.tv/esportfo. Vit hava ymsar funktiónir á twitch, soleiðsnar at tú kanst fylgja okkum og fáa eini boð nær vit livestreama, vit hava donations um fólk vilja stuðla esport.fo og har er live kjatt millum brúkarnir.

 

Stuðlar

Vit søkja altíð eftir fleiri stuðlar, ið ferð at gagna tað Føroyska esport støði. Esport.fo rúmar túsundtals vitjanar í meðan kappingar eru, eitt nú rakað vit í miðal 14.000 síðu framvísningar per kapping, ið vanliga hava vara 1 viku.

Vinarliga vendi tykkum til [email protected], har vit fegin vilja gera avtalur og eru opnir fyri eitt gott samstarv.

 

*Esport.fo toymið skilur sær rætt til at kunna broyta hettar í meðan kappingin verður, vegna ymsar støður, lið fordeiling og annað ið kann uppstanda.

**Um eitt fult lið ikki hevur møguleikan at spæla á teir ásettu tíðurnar/dato, so loyvir Esport.fo toymið sær at til skilja sær rætt til at broyta tíðspunkt teirra vegnu.

***Reglar fyri EsportFO League eru ikki fullkomnir, væntast kann at listin bæði verður broyttur og gerst størri ígjøgnum sesongina fyri at tryggja bestu karmarnar fyri lið og spælarar.

Cart
  • No products in the cart.