FØROYA STØRSTA CS:GO KAPPING!

Takið kalendarin fram, skrivað “upptikin 2,3,4,5,6,7 mai” , finn dreyma liði og byrji síðani at venja!

Vit í Esport.fo latað nú upp fyri skrásetingar til okkara Counter Strike: Global Offensive kapping.
Kappingin fyrigongur seg fyrst í bólkaspælið frá mánadegnum til hósdagin. 5 lið í hvørjum bólkið kappast, har bert 3 lið sleppa víðari til 4. rundu, sum er single elimination, síðani verða kvart, semi og finalan BO3. Tað verða max 20 lið, og vit vænta plássini fara skjótt.
Kvart, hálv og finalan verður stroyma á forsíðuni hjá okkum á Esport.fo. VIT ERU SPENTIR!!!

Alt verður spælt ígjøgnum netið.

Vinningar:
Nr 1, 2 og 3 fáa vinning, kunngjørt verður seinni hvat tað verður.

Seinasta freist at melda seg til:
30 apríl

Krav:

  1. Mininum liðformaðurin verður á okkara teamspeak allar dagarnar har teir skulu spæla, ts.esport.fo, (tað er fyri at fáa servara ip, ban og fyri at svara spurningar), eisini viðmæla vit at tit fáa tykkara egnu privat rúm(um áhugið hjá tykkum er fyri tað), har tit kunnu sjálvi seta loyniðorð á, og stýra rúmið sum tykkum lýstir, eisini aftaná kappingina.
  2. Allir skulu verða Føroyingar, og helst eru staddir í Føroyum (tað er tó IKKI krav at búgva í Føroyum, men vit kunnu IKKI senda vinningarnar uttanlands, so tað má avtalast avheinting við liðnum ella øðrum)

Dato fyri kappingina.
Bólkaspæl frá 2 mai til 5 mai, 4 runda og kvart spæl 6 mai og stóra brakið, semi / finalan, verða leygardagin 7 mai!

Skráseting av liði.
Tit skrivað til okkum á okkara facebook síðu, tykkara liðnavn, spælara navn og hvør liðformaðurin er(captain).

Møguleikar.
Vit fara at seta upp ein deathmatch servara í Føroyum og ein aim bana, tað verður kunngjørt seinni í vikuna.

Cart
  • No products in the cart.