Føroyameistaraheitið í Fifa – eSport.fo

eSport.fo ætlar at hýsa FIFA kappingum á hvørjum summari, og í summar verður tað fyrstu ferð at vit royna tað. Vit hava ikki roynt júst hetta áður, men vit vóna at allir fótbóltsfjepparar hava áhuga fyri at verða við! Vit hava fýra básar við FIFA, og vit ætla tískil at bjóða øllum at verða við, soleiðis at vit kunnu finna tann besta FIFA leikaran í Føroyum tann 7. og 8. Juli!

Fótbóltssamband Føroya hevur víst stóran áhuga í kappingunum, og vilja stuðla øllum FIFA spælarum í Føroyum. Í hesum sambandi luta vit luta vit vinningar frá FSF í sambandi við FIFA kappingina í ár.

Vit vóna at at ein málbólkur er har, og hava skavað okkum landsliðstroyggjur og atgongumerkir til dystir sum vinningar.

Við vón um at allir fótbóltsfjepparar eru áhugaðir og stuðla undir, soleiðis at vit kunnu skaffa enn størri vinningar til næstu FIFA kapping sum vit fara at hýsa!

POWER hava stuðla við fýra básum við Playstation 4, og um útselt verður, vænta vit at víðka og byggja fleiri básar. Vit selja at byrja við 64 atgongumerkir, og víðka um hetta um tørvurin er enn størri.

FORMAT

Kappingin byrjar fríggjadagin tann 6. Juli klokkan 18:00, og formatið verður fyrst spælt í bólkaspælið. Spælarir verða býttir í bólkar, har fyrst tveir av bólkunum spæla klokkan 18:00, og síðani síðsti bólkur spælur frá 19:30 sirka. Tíðirnar og hvørjum bólki man er í verður kunngjørt 4. Juli.

1 RUNDA BÓLKASPÆL

Fríggjadagin spæla øll í bólkaspæli, har hvør hálvleikur er 5 minuttir langur. Spælarirnir hava loyvið at velja sær øll liðini í spælinum. Hetta skal skiljast á tann hátt, at tað er einki forboð sett á hvat fyri lið kunnu verða við, tó at man er tað sama liði ígjøgnum alla kappingina, og kann ikki skifta lið. Tá bólkaspølini eru liðug, verða nummar 1 og 2 bjóðaði víðari til aðru rundu. Øll spæla einaferð ímóti hvørjum øðrum í bólkinum, og tað verur ikki spælt við yvirtíð ella straffisparkið. Tískil verður 1 stig givið fyri javnleik, og tað skal spælast um tie-break um spælarirnir eru javnir í stigum, ið skulu koma víðari. Har verður spælt við yvirtíð og straffikapping um neyðugt.

2 RUNDA BRACKETS

Í aðru rundu verður spælt eftir vanligari bracket skipan uttan losers bracket. Allir dystirnir verða spældir í Bo3 formatið, við hálvleikum á 5 minuttir í part. Um fyrsti dystur verður javnleikur, so er tað næsti dystur ið er avgerðandi.

Aðru runda byrjar leygardagin tann 7. juli klokkan 12:00, skemaði verður kunngjørt skjótast gjørligt møguligt.

ATGONGUMERKIR TIL FIFA 18 KAPPINGINA: 

https://elan.esport.fo/product/fifa-atgongumerki/

Cart
  • No products in the cart.