Føroyameistarar funnir í League of Legends

Størsta E-sport kappingin í Føroyum er nú liðug, og Føroya besti leikarir í League of Legends eru funnir. Leikarnir ið vunnu, eru í topp 0.16% bestu í heiminum – tað er flott! Stór framtíð er fyri framman fyri hesi liðini. 

Í februar byrjaði øgiliga kappingardeildin Effo Deildin, og aftaná tveir drúgvar mánaðar skuldi alt avgerast tann 30. apríl! Tað vóru Clash Team og Tik Tok Titans, sum møttust at berjast um meistaraheitið og príspuljuna á 70.000,-. 

Kappingin er eins og aðrar ítróttargreinar – kappast verður fyrst 2 ferðir mótvegis hvørjum øðrum, har stigatalva verður tald, og síðani fara topp 6 liðini víðari til einari Bracket-skipan, sum er kend frá eitt nú Løgmanssteypinum.

Stóra E-sport kappingin í League of Legends, stytt LoL, bleiv avgjørd leygardagin 30. apríl. Finalan varð leikt hjá Effo á Óðinshædd. Tað er ringt at gera ov nógv av, tá tað kemur til ávirkanina, League of Legends hevur á heimin. League of Legends hevur í 10 ár verið millum størstu esportar kring heimin, og Føroyar er onki undantak! LoL varð gjørt í Amerika, har tað hevur ótrúliga nógvar tilhangarar, men tað er veruliga í Evropa, Russlandi, Turkalandi og Kina, at League of Legends verður dyrkað sum sportur. LoL er so dominerandi í esporti, at einasta rætta samanberingin er við fótbólt í fysiskum sporti. Hetta er enntá uttan at nevna Korea, har ið League of Legends er munandi størri enn fótbóltur.

League of Legends kring heimin

Tá kinesiska liðið EDG vann heimsmeistaraskapið Worlds í League of Legends í fjør, vóru tað 73 milliónir, ið hugdu beinleiðis. Fyri samanbering hevði Superbowl, sum er størsta amerikanska ítróttartiltakið, 112 milliónir hyggjarar í 2022. League of Legends vísir seg at vaksa ár fyri ár, og stendur nú ikki einans sum størsti esportur, men sum ein av størstu ítróttargreinunum yvirhøvur. Reini ørskapurin, ið sæst í øllum Kina, tá EDG vunnu heimsmeistaraskapið, er prógv uppá, hvussu stórur esportur longu er. Tað eru meira enn 400 milliónir esport fjepparar í Kina, og sama talið er kring heimin eisini.

Spælið hevur eisini funnið sær eitt heim í Føroyum, har tað er millum størstu telduspølini her heima. Føroyingar hava ment seg ótrúliga nógv innanfyri League of Legends við nógvum stórum talentum á heimsskala. Sum smátjóð hava vit føroyingar veruliga komið langt innanfyri League of Legends, tí tað vóru heili 10 føroyskir spælarar, ið megnaðu at røkka topp 0.16% í øllum Evropa millum fleiri milliónir spælarar. Tíggju spælarar, fimm á hvørjum liði, møttust á Óðinshædd at spæla um meistaraheitið. Átta av hesum háelo superstjørnunum møttust í finaluni: Oddster, ChrisDahl og Cupie á síðuni hjá Clash Team og Krispu, Andrias, Killina, Heinii og Ruzter hjá TTT, sum allir raktu hægsta stigið í spælinum, sum hevur heitið ‘Master’ á evropiska ratingstiganum.

Finaludagurin hjá Effo á Óðinshædd

Liðið Clash Team:

Top: Haraldur Elmar “Cupie” Enni

Jungle: Danjal Jákup “I am the Wolf” Hanusarson

Mid: Hans Petur “Vibe BOSS” Djurholm

Bot: Oddur “Oddster” Bech

Support og liðskiparin: Christian “ChrisDahl” Dahl

Liði Tik Tok Titans

Top: Andrias “Andrias” Rønne Olsen

Jungle og liðskipari: Kristin “Krispu” Rønne Olsen

Mid: Sámal “Killina” Fagraklett

Bot: Heini “Heinii” Sjóvará

Support: Regin Ingi “Ruzter” Midjord

Hesir spælararnir kendust allir væl, og flestu teirra høvdu spælt á ymsum liðum saman. Tí gjørdist finalan eisini so persónlig, tí liðini vistu ótrúliga væl, hvussu teir skuldu leypa á mótstandaran. 

Finalan varð spæld í “best av 5” formati, har ið fyrsta liðið at vinna tríggjar dystir vann finaluna. Fyrsti dystur gekk ótrúliga væl fyri Tik Tok Titans, har ið liðskiparin Krispu tryggjaði teimum fyrsta sigurin í finaluni. Næsta spælið megnaðu Tik Tok Titans at gera lívið súrt fyri Clash Team, tí teir løgdu hart eftir I am the Wolf og ChrisDahl við at taka bestu champions frá teimum. Krispu og Ruzter, ið tóku Jarvan IV og Rakan frá Clash Team, fóru so við spælinum og tryggjaðu Tik Tok Titans seinna sigurin í finaluni.

Nú var stórt trýst á Clash Team, tí tað skuldi bert ein sigur afturat at senda teir heim sum annaðpláss. Nú var tað, at teir skuldu prógva, hvat teir vóru førir fyri. Nú fór I am the Wolf at spæla fyri seg sjálvan heldur enn at hjálpa liðinum, og Vibe BOSS fór sín eyðkenda champion Yone. Tað skal leggjast dent á, hvussu torfør støðan er, tá ið mótstandarin so lættliga megnar at taka tveir sigrar í finaluni. Tað gjørdi triðja dystin heilt einanstandandi, tí Vibe BOSS megnaði nú so at siga einsamallur at knúsa Tik Tok Titans, og I am the Wolf, ið hevði stríðst tey fyrru spølini, vísti seg nú at vera heilt ótrúliga vandamikil, nú TTT ikki  megnaðu at halda honum niðri. Soleiðis megnaðu Clash Team at vinna sær triðja spælið, og støðan var tí 2-1 til Tik Tok Titans. 

Nú høvdu TTT veruliga brent seg og óttaðust, at gongdin í finaluni var um at venda. Clash Team byrjaði fjórða dystin eins og í triðja við at leggja hart út eftir Krispu og banna alt hjá honum, teir megnaðu. Teir noyddu hann so at veruliga leita djúpt eftir einum góðum champion til fjórða dystin og fingu sjálvir tryggjað I am the Wolf Lillia, sum hann hevði spælt so ótrúliga væl tann triðja dystin. Harafturímóti vildu Tik Tok Titans nú forða fyri, at Vibe Boss nakrantíð aftur skuldi sleppa at gerast so vandamikil, sum hann var í triðja spælinum, og koyrdu tí so nógv bans sum gjørligt á stjørnuspælaran hjá Clash Team. 

Fjórði dysturin var heilt ótrúliga javnur við sera spennandi úrvali frá báðum síðum. Tað hendi seg, at Clash Team gjørdu eitt sera stórt mistak, tí teir løgdu møguliga ov stóran dent á at halda Krispu niðri, sum so loyvdi Heinii at taka sína eyðkendu Xayah. Hetta var ein risastór broyting, tí Heinii hevur verið heimsins hægst rated Xayah spælari. Clash Team høvdu tó onga ætlan um at tapa nú, og gjørdu seg til reiðar at tryggja sær fjórða dystin og javna støðuna.

Men tað høvdu Tik Tok Titans ongar ætlanir um. Teir vildu avgera finaluna í fjórða dysti, og spældu við neyvleika, mann aldrin hevur sæð fyrr. Alt liðið spældi nú fyri at steðga Vibe BOSS og at tryggja Heinii møguleikan at knúsa Clash Team. Hetta loysti seg, tí aftaná sera spennandi og javnar bardagar, har Tik Tok Titans taktiskt megnaðu at vinna á Clash Team, høvdu TTT ein so stóran fyrimun, at teir kensluleyst megnaðu at spakuliga skræða basan hjá Clash Team sundur.

Tik Tok Titans gjørdist soleiðis føroyameistarar og sigursharrar í Effo Deildini Sesong 2. Tað sást, hvussu spentir og glaðir, teir vóru. Fleiri mánaðir av hørðum arbeiði hevði nú lønt seg stórliga. Stóra fagnaðarrópið frá hyggjarunum og medaljurnar, teir fingu, undirstrikaðu nú tað, at teir vóru tað besta, Føroyar hevði at bjóða. Eitt vakurt steyp og enn meiri fagnaður gav teimum prógv uppá tað, at teir sanniliga høvdu ein møguleika at koma langt í esporti bæði her heima og uttanlanda.

Flestu spælararnir á Tik Tok Titans fara nú at leita uttanlands at kappast til tess at seta Føroyar á kortið. Tí hóast lítla fólkatalið hava Føroyar megnað at komið við ótrúliga sterkum spælarum innan esport, serstakliga League of Legends.

Føroyskur esportur hevur vaksið heilt ótrúliga nógv seinastu árini. Telduspøl eru ein nýggjur og spennandi háttur at dyrka ítrótt, sum vaksur allastaðni. Føroyar gera eisini sítt at fylgja við, og Effo Deildin Sesong 2 setti nýtt met innan føroyskan esport.

Spennandi hagtølini, vit hava frá Effo Deildini, eru sera sigandi:

2998 einstakir skrásettir føroyingar sóu kappingardeildina beinleiðis.

13.629 ferðir var kappingin sædd live – tað er nýtt met! 

294.650 minuttir hugdu Føroyingar eftir kappingina.

14.203 vitjanir á heimasíðuni esport.fo ímeðan kappingardeildin var í gongd.

Sjálva finalan var eins og slóðbrótandi sum kappingardeildin:

Áleið hundrað fólk vóru á Óðinshædd til finaluna, og heili 536 einstakir hyggjarar hugdu á netinum. Harafturat gjørdu fleiri nógv burturúr at savna fólk at hyggja saman, so hyggjararnir kunnu vera væl hægri afturat. 1315 fólk hugdu eftir finaluni aftaná hon var livestroymd.

Framleiðslan til eina esport kapping hevur ongantíð fyrr verið á so høgum støði, og vøksturin í góðsku er slóðbrótandi! Stórt rós og tøkk skal gevast til Julian Steingrund, Magna Hansen, Arnar Lognberg, Peter Petersen, Kristin Rønne Olsen og Rúna Winther Johnsen eins og Raclip fyri at skipa fyri og gera kappingina til tað, hon er. Stórt takksemi skal eisini latast til fantastisku stuðlarnar Nema, Kirvi, Power, Pizza67 og sjálvandi Effo, sum gjørdu kappingardeildina til veruleika. 

Framleiðslan var heilt ótrúliga væl gjørd, og stórt rós skal gevast til Raclip og toymið í esportfo, sum skipaðu fyri einari so góðari produktión.

Hvussu ofta hevur mann ikki hoyrt, at esportur er framtíðin? Nú er tíðin komin, at hetta endiliga sæst, og væntast kann, at tá næsta kapping kemur, so verða enn hægri met sett! Vit í esportfo takka fyri fantastiska kappingarárið og ynskja Tik Tok Titans góða eydnu við at kappast uttanlanda og stórt tillukku við føroyameistaraheitinum í Effo Deildini!