Føroyameistararnir í League of Legends funnir

Tað var beint fyri nýggjár, at dystast varð um føroyameistaraheitið í spælinum League of Legends. Kappingin er í Effo Deildini, og er hetta fyrsta kappingarár í spælinum nakrantíð í Føroyum. 

Effo Deildin byrjaði tann 3. november 2020 og hevði finaludag tann 28. des. 16 lið høvdu meldað seg til tilsamans, harav sluppu 8 í Effo Deildina, og 8 fóru í 2. deild. Kappast varð um góðar 60.000,- í vinningum í Effo Deildini, ið stuðlarnir høvdu latið sum vinningar.

Vit takkað fyri stuðlarnir til fyrsta kappingarár, ið hesaferð vóru Synack, Kirvi / Redbull, Nema og Effo, tey hjálpa at bera eSportin upp í Føroyum, og vit takka teimum stuðulin, ið kemur langt út til ungdómin.

Í bólkaspælinum hjá Effo Deildini vóru hesi úrslitini:

Spælt bleiv 2 ferðir móti hvørjum øðrum, og eftir 14 umfør vóru tað Tenacious Gaming, TikTok Terrorists, Xaroe og No Clue, ið komu víðari frá bólkaspælinum og skuldu spæla í nýggjum bólkaspæli. 

Til semifinalurnar sóu dystirnir soleiðis út:

Báðar semifinalurnar vóru sera tættar, men tað vóru Tenacious Gaming og TikTok Terrorists, ið rukku á mál og vunnu 2-1 hvør sær á mótliðunum. 

Finalan

Finalan í Effo Deildini var í ár hýst hjá Effo á Óðinshædd, men hesa ferð uttan áskoðarar vegna verandi støðu við Covid-19. Spælt varð í einum Best-av-5-formati, og fyrsta liðið, ið vann 3 mappur, vann meistaraheitið.

Tenacious Gaming vs TikTok Terrorists – bestu leikararnir í Føroyum innan League of Legends – gjørdu finaluna serstaka og spennandi at fylgja við. Bæði liðini vístu sínar bestu síður, høvdu venjara við og sera góðar og langar taktikkfundir millum dystirnar. Lagt var upp til sera tættar dystir, og torført var at meta um, hvør fór av stað við føroyameistaraheitinum.

Leikarar á báðum liðunum:

Tenacious Gaming
TCG
Christian DahlChIoèSupport
Sigurð PoulsenGSE SiggypeeTop
Arnar Lognbergt ArnarchyJungle
Oddur BechOddsterMid
Andrias Elttørt XaineADC
Útskiftarir
Peter ChristiansenRag1
Tiktok Terrorists
TTT
Magnus F. LamhaugeMagunzTop
Kristin Rønne OlsenKrispuJungle
Rúni LaverevurinMid
Heini SjóvaráHoyniADC
Sámal FagraklettKillinaSupport
Útskiftarir
Aleksandur ChristensenPinkiceteaSupport

Sí finaluna her:

https://www.twitch.tv/videos/852975025?t=00h30m19s

Í dysti 1 vóru bæði liðini serstakliga varin við, hvussu tey spældu móti hvørjum øðrum. Bæði liðini sóu út til at taka tað spakuligt ígjøgnum allan dystin, soleiðis at hvørgi av liðunum gjørdu mistøk móti hinum liðnum. Dysturin var friðarligur mestsum ígjøgnum allan dystin, men tað vóru TikTok Terrorists, ið vunnu fyrsta map!

Í dysti 2 sóu vit meira ymiskleika í spælistílunum hjá liðunum. Dysturin var meira spennandi, nú tey høvdu sæð, hvussu hitt liðið spældi. Tenacious Gaming koma væl frá byrjanini, men tað sæst, at teir ofta eru í onga manna landi, ið frásøgufólkini so væl lýstu støðuna. Eitt mistak, og alt spælið vendist til fyrimunar fyri TikTok Terrorists, og tað var torført hjá Tenacious Gaming at koma fyri seg. Tað vóru TikTok Terrorists, ið fóru við sigrinum.

Klipp frá 2. dysti:

https://clips.twitch.tv/SaltyPowerfulStarFrankerZ

Í dysti 3 vóru Tenacious Gaming á odda mestsum ígjøgnum allan dystin. Tó so, at tá teir vóru væl frammanfyri, lupu teir framav, og tað er vandamikið at gera mistøk. Tenacious Gaming høvdu stýr á øllum spælinum, og nógv góð brot síggjast í finaluni m.a. í brotinum, sum sæst niðanfyri:

https://clips.twitch.tv/FilthyExuberantFrogBleedPurple?tt_content=url&tt_medium=clips_api

Men seinni í dystinum fangaðu TikTok Terrorists Tenacious Gaming í at bliva ov nasadjarvir; fleiri av leikarunum hjá Tenacious Gaming blivu fangaðir uttan fyri sína positión, og tað gjørdu TikTok Terrorists sær dalt av. 

Skjótt varð greitt, at tað bleiv ov torført hjá Tenacious Gaming at koma aftur, eftir at fleiri leikarar doyðu sum flugur runt á bananum, og TikTok Terrorists valdu at fara allan vegin inn til basa teirra og megnaðu at sigra á Tenacious Gaming. Stórt bragd av TikTok Terrorists, ið vunnu map 3! 

https://clips.twitch.tv/WittyAggressiveOilPoooound?tt_content=url&tt_medium=clips_api

Tískil fara vit at ynskja TikTok Terrorists stórt til lukku við føroyameistaraheitinum í Effo Deildini Sesong 1! 

Vinnararnir vinna eitt árs nýtslu av Redbull, Redbull køliskáp, 10.000,- kontant og steyp/medaljur!

Vit gleða okkum at kunngera meira viðvíkjandi Sesong 2 fyrsta dagin. 

Myndir av TikTok Terrorists, ið nú kunnu kalla seg fyri føroyameistarar

Cart
  • No products in the cart.