Ì samband við at Blizzard hevur útgivið ein Classic World of Warcraft servara, hava fleiri Føroyingar set seg saman og stovna guildina “Stronghold” fyri Horde spælarar á sjálvnevnda “skandinaviska servarinum” Razorgore.
Aldursbólkurin í guildini liggur millum 20-30 ár, og rúmar yvir 200 ymiskar føroyingar
Ì samrøðu við Guild Leiðaran “Bearington” um guildina sigur hann;
“Har eru sera nógvir returning spælarar. Tað er øgiliga ymiskt, í hvønn mun spælarar hava spælt WoW fyrr”
“Tey flestu hava tó spælt tað uppá okkurt tíðspunkt – alt frá Vanilla í 2004 heilt upp til í dag”
“Ein sera stórur partur av Classic er at seta sær eitt mál – næsta mál okkara er at fáa 40 føroyingar inn í Molten Core, og at megna hetta innan ikki alt ov langa tíð”
“Tað er sera ymiskt, hvussu seriøs fólk eru, og har er rúm fyri bæði casual og sindur meir hardcore spælarum“
Endamálið við Stronghold er at samla føroyingar á einum stað. Set X við Stronghold!
Server Name: Razorgore
Guild Name: Stronghold
GM: Bearington
Horde – For the Tribe!
Brúk fyri innbjóðing til guildina?
Send eini boð til Officer’s hjá Guildini.
Epinephrine
Ondura
Snút
Fknqt
Blinkerfluid
Draugon
Sagoz
Noxium
Greinin er innsent av guildina “Stronghold” frá WoW Classic.