Fótbóltsleikarir spæla nógv Fifa

Nógvir altjóða fótboltsleikarir spæla fifa i frítíðini, til dømis stóra verðins stjørnan Kylian Mbappe sum spælir við franska landsliðnum og PSG. Stóru fótbóltsstjørnurnar Erling Haaland, Joao Felix, Trent Alexander Arnold, Diogo Jota og Kevin De bruyne hava allir verið nógv brúktir til marknaðarføring av Fifa 21. Diogo Jota hevur verið ímillum top 100 í einari fifa 21 kapping, sum er skipað av EA via spælið sjálvt í “Weekend League”. So tað eru fótbóltsleikarir sum kundu verið professinellir fifa spælarir.

Mbappe, Haaland, Joao Felix og Trent Alexander Arnhold eru ambassadørar fyri EA sports innan Fifa 21. Fifa hevur gjørt nakrar innannýsis kappingar imillum teir professionellu spælarinir, har tildømis Mohammed Daramy frá FCK kláraði seg væl, allir umboða sítt lið har teir spæla, og tað eru nógv fólk sum eru fjepparir ið fylgja við gongdini tá kappingarnar eru í gongd.
Harumframt eru eisini nógvir spælarir í Betri deildini í Føroyum sum spæla Fifa og fleiri á landsliðinum, eitt nú Odmar Færø.

Føroyingar eru á einum hálvyrkis støði, av tí at ongin livir av at spæla fifa, men um umstøðurnar vóru til at liva av tí, vildu vit mett at fleiri høvdu kunnað gjørt ein vørr innan økið, tí nógvir klára seg væl til online kappingar, eitt nú “Weekend league” ið er ein háttur í Ultimate Team, har man hevur  30 dystir til at  vinna mest sum møguligt av dystum og síðani at kvalifisera seg til altjóða Fifa kappingar kring knøttin.

Fifa hevur umleið 25 milliónir skrásettir spælarir sambært EA sports, harav spæla 16% ultimate team ið er ein spæliháttur. Á facebook hava føroyingar ein bólk ið kallast FIFA Føroyar, har eru umleið 870 limir og annars verður tað mett at umleið 3-4000 spæla Fifa í Føroyum. Fifa er eitt sera sosialt spæl ið skapar gott samanhald.


Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.

Fifakappingin verður hildin í Perluni í Tórshavn tann 17. og 18. september 2021 og tilmelding fer fram á esport.fo 

Cart
  • No products in the cart.