Freakazoid úr Cloud9

Ryan ‘freakazoid’ Abadir, sum síðani apríl 2015 hevur leikt fyri Cloud9, er tíverri ikki longur ein partur av hópinum.
 

Hetta kemur av at Cloud9 seinastu tíðina hevur klára seg heldur skuffandi. Til MLG Columbus taptu teir bæði tey fyrstu umførini í bólkaspælinum.

Eisini mátti Cloud9 og freakazoid í februar í ár koma út við eini umbering. Hetta kom av at freakazoid alment hevði keglast heldur ógvusligt við Oleksandr ‘s1mple’ Kostyliev úr Team Liquid.

Cloud9 skriva á heimasíðuni hjá teimum at teir fara at halda uppá sáttmálan hjá freakazoid fram til 2017.

Ístaðin kemur Eric ‘adreN’ Hoag úr Team Liquid at virka sum “stand-in” inntil ein varandi loysn er funnin.
 

Mynd: www.hltv.org

Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen.

Cart
  • No products in the cart.