FYRSTU VINNARNIR TIL DOTA 2 KAPPINGINA FUNNIR!

Ársins fyrsta Dota 2 kapping byrjaði ígjár kl 18.00 Føroyska tíð, og eftir drúgva tíð; aftaná 16 spøl var vinnarin endiliga funnin! Sindur av klutur í bíðitíðini var, tí Valve valdi at patcha spæli heili 3 ferðir í meðan kappingin var, við 880mb patch, síðani 2 á 40-80mb hvør sær. Hetta gav sær ein bíði tíð uppá sirka 1 tíma, har onkrir av spælarunum stríddust við at fáa tað downloada tað liðugt við seint internet.

Atkvøðugreiðslan beinti á, at entin fór Jan Egeland ella Faroe 5 við heiðurin sum Føroya besta Dota 2 lið í løtuni, har bæði liðini høvdu 18% atkvøður hvør sær. Vinnarnir høvdu 10% av atkvøðunum tá kappingin byrjaði. 50 atkvøður vóru tilsamans.

Vit her á Esport.fo vilja siga stórt tillukku til Supreme Hustlers, ið vunnið 2-1 á Faroe 5, við tveimun ótrúliga spennandi 60min spølum. Samstundis kunnu vit avdúka, at vit høvdu yvir 1500 vitjanar sama dag, og um 400 fólk løgdu beinini framvið í twitch ígjøgnum alt kvøldið. Takk!

Tó í finaluni var heldur ivasamst, um ein ávísur persónur stream-snipaði, tá fólk løgdu til merkis, at ein av leikarunum var innritaður í twitch kjattinum samstundis meðan dystin var í gongd. Hvat halda tit? var talan um snýt? nógv var tosa um De-wardingina hjá Supreme Hustlers, har bæði stream og í sjálvum útvarpaða samtalunum hjá Faroe 5 vildu verða við, at talan var møguliga um stream-sniping. Tak lut í kjakinum undir greinini. 

Capture

Cart
  • No products in the cart.