Við einum 2-1 sigri á Fnatic, spældu franskmennirnir seg víðari í ESL Pro League.
Robin ‘flusha’ Rönnquist og liðfelagir hansara úr Fnatic kláraðu ikki at vinna á G2 Esports í gjárskvøldið. Við hesum hava G2 spælt seg víðari í Grand Finals, har teir í dag taka ímóti Luminosity Gaming.
Fnatic vunnu á teirra val av bana, Inferno. Hóast hálvleiksstøðan var 2-13 til G2, megnaðu Fnatic at koma aftur og vinna dystin 16-14. Sigast kann at flusha hevði eitt megnar avrit við heili 39 kills tá dysturin var av.
Sjónbandið er tikið frá TheScore Esports.
Í seinna dystinum lá valið hjá G2, og á Cache vunnu teir 16-8 á Fnatic. Hettar meinast við at liðini síðani máttu spæla ein triðja og avgerandi dyst á Train.
Dysturin endaði 16-12 til G2 Esports, har hálvleiksstøðan var 9-6 til G2.
Kl. 17 føroyska tíð stevna G2 og LG saman í finaluni, har teir ið klára seg best út av 5 dystum, vinna hettar umfarið av ESL Pro League.
Dysturin verður stroymaður her.
[poll id=”21″]
Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen