Hálvfinala í Effo Deildini!

Kvartfinalurnar eru nú avgjørdar, og mann kundi næstan ikki ynskt sær meira spennandi dyst enn tann, sum var millum Megin og Keep Yourself Safe. Tann kvartfinalan var 3 lang, jøvn og spennandi spøl við risastórum plays og gullsvingum báðar vegir. Tað endaði so við at Keep Yourself Safe megnaði akkurát at fara við tveimum dystum og vunnu tí kvartfinaluna 2-1.

Seinnu kvartfinaluna spældu Xaroe og Góðaráð. Tá hevði Xaroe sera nógv at prógva, tí teir sóu ikki sterkir út aftaná 18. umfarið av Effo Deildini, tá Tik Tok Titans fjasaðu og trollaðu og megnaðu allíkavæl at vinna. Tí var trýstið stórt og møguliga eisini moralurin lágur. Men Xaroe vístu so veruliga heiminum, at teir ikki eru eitt lið, ið skal undirmetast, og vunnu heilt ótrúliga yvirbevísandi ímóti Góðaráð. Tað endaði 2-0 til Xaroe í tveimum dystum, har Góðaráð veruliga var á bakfótinum.

Góðaráð og Megin eru so úti úr endaspælinum sum eitt felags 5-6. pláss, og Xaroe og Keep Yourself Safe fara so víðari til hálvfinalurnar. Stóra tøkk til Góðaráð og Megin fyri fantastiska innsatsin. Síðst í kvøld kom so liðskiparin hjá Tik Tok Titans, Kristin Rønne Olsen, at velja, hvørjum teir skuldu ímóti til hálvfinaluna. Hann valdi Keep Yourself Safe, og tað merkir, at dystaskráin í morgin sær soleiðis út:

Tað vil siga, at streamað verður kl 15:30 í morgin, sunnudagin 24. apríl, á twitch.tv/esportfo.

Nú nærkast veruliga finaludegnum, og mann følir veruliga, at øll liðini gera sítt besta, so tey eru so fyrireikað sum gjørligt til hálvfinalurnar. Alt kann henda, so tað verður spennandi at fylgja við í morgin frá 15:30. Góða eydnu til øll liðini framyvir!

Cart
  • No products in the cart.