Hálvur Føroyingur Vinnur 600.000 kr. í CS:GO

Á myndini omanfyri frá vinstru: Nicolai ‘dev1ce’ Reedtz, Emil ‘Magisk’ Reif, Andreas ‘Xyp9x’ Højsleth, Peter ‘dupreeh’ Rothmann, Danny ‘zonic’ Sørensen, Lukas ‘gla1ve’ Rossander.

Counter-Strike við 1.5 mió. kr. í vinningum!

Um Dreamhack Masters Marseille 2018:
Dreamhack er vælumtóktur fyriskipari av kappingum innan Counter-Strike: Global Offensive. Dreamhack Masters Marseille er fyrsta Masters kappingin í 2018, sum á hesum sinni verður hildin í Marseille, sum liggur í Fraklandi. Á hesum sinni spæla 16 lið um at ogna sær eitt býtið av teimum knøppum 1.5 mió. kr. sum verða lætnar í vinningum.

Liðini:
Við í Dreamhack Masters Marseille 2018 vóru hesi lið:

  • Astralis
  • Cloud9
  • Team EnVyUs
  • FaZe Clan
  • Fnatic
  • Gambit Esports
  • G2 Esports
  • Team Liquid
  • mousesports
  • Natus Vincere (Na’Vi)
  • Ninjas in Pyjamas
  • SK Gaming
  • Valiance
  • Space Soldiers
  • Renegades
  • Tyloo


Playoffs:
Fjóðringsfinalur:
Na’Vi vístu góðan form, tá teir vunnu mousesports 2-0 í fjóðringsfinaluni. Na’Vi vunnu mousesports á Mirage 16-9, sum mousesports valdu. Hareftir vunnu teir mousesports á Inferno í yvirtíð 19-16, sum Na’Vi valdu.
Gambit vunnu í mótir Cloud9 2-0. Fyrsta map fór í dupulta yvirtíð á Mirage og endaði 22-18 til Gambit, hóast at tað vóru Cloud9 sum valdu Mirage. Seinna mappan var Train, sum var Gambit valdu, har støðan endaði 16-7.
Astralis vunnu FaZe Clan 2-0. Fyrsta map var enn einaferð Mirage, sum var FaZe Clan valdu. Hóast tað, so vunnu Astralis 16-11 á Mirage. Seinna map var Nuke, sum Astralis valdu. Støðan á Nuke bleiv 16-6 til Astralis, og var tískil ein tryggur sigur á FaZe.
Fnatic vunnu 2-1 í mótir Ninjas in Pyjamas. Fnatic valdu Mirage, og megnaðu at vinna 16-9 á teirra map. Seinna map var Inferno, sum Ninjas in Pyjamas valdu, og teir vunnu 16-5 í móti Fnatic á Inferno. Triðja map var síðani tann avgerandi dysturin, har Fnatic sigraði 16-13 á Ninjas in Pyjamas.
Semifinalur:
Na’Vi vunnu 2-0 á Gambit í semifinaluni. Na’Vi valdu Nuke, har teir vunnu 16-7 á Gambit. Gambit valdi Train, har teir taptu 16-12 í móti Na’Vi.
Astralis vunnu 2-0 á Fnatic í semifinaluni. Astralis valdu Overpass, ið er ein map har teir eru mettir at verða sera dugnaligir. Tískil vunnu teir 16-5 á Fnatic á Overpass. Fnatic valdu Mirage, har støðan endaði 16-12 til Astralis.
Finalan:
Í finaluni vóru tað Astralis og Natus Vincere sum skuldu dystast um heiðurin at nevnast vinnarar av Dreamhack Masters Marseille 2018, eins og fyri at avgera hvør átti størra býtið av teimum 1.5 mió. kr. í vinningum.
Fyrsta map var Nuke, ið Astralis valdu. Dysturin var nakað einssíðaður, og Astralis vunnu 16-4 á Nuke. Seinna map var Inferno, ið Na’Vi valdu. Hesin dysturin var nakað tættari, hóast at Astralis vunnu 16-11. Tískil gjørdust Astralis vinnarar av Dreamhack Masters Marseille 2018, við einum 2-0 sigri á Na’Vi, 2-0 á Fnatic, og 2-0 á FaZe Clan.

 

 

 

 

 

 

 

Astralis:
Astralis er eitt danskt lið, ið er samansett av spælarunum:
Nicolai ‘dev1ce’ Reedtz
Peter ‘dupreeh’ Rothmann
Andreas ‘Xyp9x’ Højsleth
Lukas ‘gla1ve’ Rossander
Emil ‘Magisk’ Reif
Danny ‘zonic’ Sørensen (Venjari)

Xyp9x, dev1ce og dupreeh hava spælt saman í eitt longri tíðarskeið. Teir spældu saman í 2013 undir Copenhagen Wolves, síðani undir über G33KZ, Team Dignitas, Team SoloMid, og gjørdu síðani sítt egna felag, Astralis, í 2016, har teir enn spæla saman. Grundin til at teir stovnaðu egið felag var, at teir fingu meira tamarhald á, hvussu felagið teir spæla fyri, er skipað. Hetta við m.a. at fáa meira ræði á sáttmálum, løn, o.s.fr. av tí, at teir eru parteigarar í felagnum.
Við í Astralis er Lukas ‘gla1ve’ Rossander, ið er hálvur Føroyingur.

Niðanfyri sæst løtan, har Astralis gjørdust vinnarar av Dreamhack Masters Marseille 2018

[youtube https://www.youtube.com/watch?v=t4LWc4RxrdI&w=560&h=315]

 

Cart
  • No products in the cart.