Esport.fo kann heldur ikki ábyrgdast fyri brot ella onnur mál, sum íkoma orsakað av gerðum hjá endabrúkarinum.
Esport.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap ella onnur viðurskifti, sum íkoma orsakað av vantandi atgongd til tænastur ella upplýsingar á internetinum ella á tiltakinum. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er íkomin orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá esport.fo ella force majeure.
Avgreiðslugjøld og onnur møgulig ómaksgjøld verða ikki endurrindað.
Einki endurgjald kann gevast, um tiltakið ella kappingin er byrja.
Atgongumerki verða í avísum førum ikki afturgoldin, um tiltakið lutvíst ella heilt verður avlýst vegna óregluliga flúgving, serlig ring veðurlíkindi ella grundað onnur viðurskifti, sum fyriskiparnir ikki hava ræði á. Um tiltakið verður avlýst ella flutt, verður roynt at funnið eina loysn at flyta atgongumerkini til næsta tiltak, ella ein tilgóðarseðil.
Um endabrúkarin ger ónáðir, ella ger brot á galdandi reglugerðum í teimum ymsum kappingum, har eitt nú viðkomandi verður koyrdur úr kappingini ella tiltakið, verður einki endurgjald givið. Dømi á hesum er, um viðkomandi snýtir, mísbrúkar game mechanichs, ikki møtir upp ella annað gróft brot á reglugerðini, so verður einki endurgjald givið.
Við at luttakað í kappingum hjá eSport.fo, verður navni alment og víst á heimasíðuna og til annað marknaðarførlsu hesum viðv., til hvørja kapping tú hevur luttikið og til greinar viðv. kappingin viðkomandi hevur luttikið. Navni verður bert nýtt í tí samanheinginum, at vísa á hagtøl, greinar og hvørjar dystir viðkomandi skal spæla / hevur spælt. Um ynski er at fjerna sítt navn alment, ber til at senda fyrispurning til okkara á teldupostið.