Heðin Mortensen føroya besti leikari í Counter Strike

Tað var Heðin Mortensen á liðnum Stole Your Glory, ið vann Vodafone virðislønina, sum besti leikari í FM finaluni í Counter Strike Global Offensive. 15 ára gamli havnamaðurin fekk handað vinningin, eitt árshald frá Vodafone í handlinum hjá Vodafone í SMS. 

Heðin, ið spælir undir navninum HMonster, ið verður mettur sum eitt av stjørnuskotunum í føroyska gaming umhvørvinum, var sannførandi besti leikari í kappingini.  

Í flestu lyklatølum var hann langt fremstur. Hann drap 147, ið vóru 18 fleiri enn nakar annar í kappingini. Hann skaddi aðrar leikarar 15.209 stig, tað er 2.194 fleiri  enn nakar annar megnaði og ikki færri enn 501 ferðir rakti hann ein annan leikara, tað vóru 61 ferðir fleiri enn nakar annar. 63 ferðir megnaði hann sokallaði headshots, tað vóru 9 fleiri enn nakar annar.  

Tað var Esport.fo sum í samstarvi við Vodafone, ið skipaði fyri FM finaluni í Counter Strike Global Offensive í hølunum hjá Vodafone í Havn. Vit vóru á staðnum við videotólinum og gjørdu hetta lítla innslagið frá eini av nýggjaru ítróttargreinunum í Føroyum.

<iframe width=”560″ height=”315″ src=”https://www.youtube.com/embed/tRLMZns18RU?rel=0&amp;controls=0&amp;showinfo=0″ frameborder=”0″ allowfullscreen></iframe>

 

Seinastu mánaðirnar hevur innleiðandi landskapping verið í A Deildini, ið er besta Counter Strike deildin í Føroyum. Seks lið eru í bestu deildini og komu tey fýra fremstu í finaluumfarið, ið varð hildið leygardagin tann 10. desember. Stole Your Glory og Nice Guy$ vunnu hvør sína hálvfinalu og brustu saman í finaluni. Finalan, millum hesi bæði bestu liðini í Føroyum, gjørdist spennandi. Men, endaligi vinnarin gjørdist, liðið hjá Heðini Mortensen, Stole Your Glory, ið vann 3-1.

screen-shot-2016-12-22-at-12-02-20

Cart
  • No products in the cart.