Nú kann endiliga stafestast, hvørji lið fara at spæla við um teir methøgu vinningarnar á góðar 70.000,-.
Sera nógv nýggj lið og leikarar eru á hesum sinni meldað til Sesong 6 av kappingarárinum hjá CS:GO. Tað sæst aftur í tilmeldingunum, at aldurin er eisini voksin frá tí hægsta í fjør, frá 30 ára aldri til 37 ára aldur. Í seinastuni kundi Valve eisini avdúka, at ongantíð áður hava so nógv fólk spælt spælið CS:GO, og tað merkir, at spælið enn er í stórari framgongd – sjálvt eftir at hava verið úti góð 20 ár.
Liðini, ið fara at spæla við í Elektron Deildini, eru hesi:
Team Suh Dude
Meet Your Destiny
Harkaliðið
No Namers
Area51
SpaceCowboys
Peritus Absurdus
Cabardi party
Dystarskráin sæst á okkara CS:GO síðu og er eisini viðheft á hesi síðu.
Liðini verða biðin um at skriva til eSport.fo á Facebook sum skjótast, soleiðis at liðini sjálvi kunnu fara inn á og dagføra dystarskránna.
Stuðlarnir til Sesong 6 eru hesir:
Elektron, Elding Elrisin, Skalkur.fo, Pizza67, Kirvi/Monster, Synack og eSport.fo