Hesi liðini metast at koma á LAN

Meginparturin av dystunum eru spældir, og nú nærkast LAN tiltakið hjá okkum, ið verður hildið í Hoyvíkshøllini tann 5. Juli. Har verður dystast millum fýra tey bestu liðini í Elektron deildini, fyri at avgera, júst hvør er best í føroyum.

Nú tá bert fáir dystir eru eftir av Elektron deildini, kann man við rímiligari vissu siga, hvørji lið verða at síggja til LAN tiltakið, har liðini dystast um at gerast føroya besta lið í Counter-Strike: Global Offensive. Tað verða allahelst Team Ballast, Team TT, BloodSportGaming og Promillubandin, ið verða at síggja á LAN. Tó, um ótrúliga óvæntað úrslit koma fyri, kann tað hendast, at støðan verður ein onnur.

Team Ballast, ið áður høvdu vunnið allar sínar dystir, hava umsíðir tapt sín fyrsta dyst. Hetta var seinni dysturin í millum Team Ballast og Team TT. Tað gekk soleiðis fyri seg, at Team Ballast vann kortið hjá Team TT, ið var Inferno. Síðani settu Team Ballast seg á odda 12-3 á teirra korti, ið var Nuke. Tó hendir tað óvæntaða, og Team Ballast missa tamarhaldið á støðuni, og tapa 16-14 á Nuke. Triðja kortið var Mirage, har Team TT síðani tryggjaðu sær 2-1 sigurin á Team Ballast.

“Tað var øgiliga keðiligt at tapa sín fyrsta dyst, serliga tá kappingin er farin at nærkast endanum – ella í øllum førum online parturin av henni. Meginpartin av tíðini meta vit, at hetta hevði verið enn ein 2-0 sigur á Team TT, givið at vit vunnu teirra kort, og vóru væl frammanfyri á okkara korti eisini. Tó so, gekk okkurt stórvegis galið á hesum sinni. Tað má man bara læra av og koma víðari frá.” sigur LAZ úr Team Ballast við eSport.fo.

Hjá eSport.fo eru fyrireikingarnar í gongd, fyri at tryggja, at alt gongur eftir ætlan til tiltakið. Vit meta at tað er umráðandi, at umstøðurnar ikki eru til ampa fyri liðini – serliga tá vinningarnir eru so stórir, sum teir eru.

Í sambandi við Elektron deildina, verða liðtroyggjur og aðarar eSport.fo troyggjur seldar. Framleiðsla og søla hongur saman við eLan #2 tiltakinum hjá eSport.fo, ið merkir, at klæðini kunnu avheintast á eLan #2, og eisini seinni, um tað ikki liggur fyri hjá tær júst tá. Nú hevur tú møguleika fyri at stuðla tínum yndisliðið á føroyska Counter-Strike pallinum. Til ber at velja ymskt sløg av troyggjum, ymiskar litir, ymisk búmerkir, og til ber eisini at fáa egið navn prentað á ryggin, soleiðis at troyggjan er egnað júst til tín! Sí meira á heimasíðuni, www.elan.esport.fo, fyri at bíleggja troyggjur og atgongumerkir til eLan #2. Troyggjur skulu bíleggjast áðrenn 31. Mai 2018, soleiðis at vit fáa framleitt troyggjurnar í stundum, til at eLan #2 verður. Nøgdin av eLan #2 atgongumerkjum er avmarkað! Freistin at ogna sær eLan #2 atgongumerki er 3. Juli 2018, tó at tað kann verða útselt væl áðrenn hesu freist!

Cart
  • No products in the cart.