Komandi vikuskifti verður stórt LAN-tiltak í Høllini á Stórheyggi, har dentur verður lagdur á eina stóra PUBG-kapping. Tiltakið leggur serliga dent á eina kapping: SQUAD-kapping í PUBG, men samstundis er tiltakið eisini eitt klassiskt eLan-tiltak, har eSport.fo borðreiðir við góðum interneti og sosialum umhvørvi.
Til tiltakið hýsir eSport.fo 3 ymiskum kappingum í PUBG, og eftir kappingarnar verður lagt upp til, at spælarar sjálvir koma við uppskotum um, hvussu aðrar kappingar í øðrum spølum skulu gerast. Pláss er til 100 fólk, av tí at høllin ikki rúmar nógv meira.
Gigabit-internet og tað sosiala umhvørvið
Flestu spælararnir vita tað væl, og boða okkum aftur hvørja ferð, at tað er tað sosiala, ið tiltrekkir spælarar til LAN-tiltøkini. Tískil ger eSport.fo enn fleiri íløgur í at betra um internetið, og letur saman við Hey Føroyar eitt serstakt internet, ið ikki kann samanberast við heimanetið.
Eitt LAN er egnað til øll spøl, men tó tað verður einans skipa fyri kappingum í PUBG, men man er vælkomin til at spæla øll spøl man hevur hug til.
PUBG
Kappingar verða sum áður lýst í Solo, Duo og Squad. Allar kappingarnar verða spældar í FPP (First Person Shooter), og allar hava vinningar. Til Squad kapppingin verða 15.412,- í vinningum latnar frá Elding, Føroya Bjór og Pizza 67. Eisini letur eSport.fo t-shirtir og atgongumerkið til tað størra eLan tiltakið, ið lýst verður við seinni.
Tíðarætlan
Fríggjadagin
DUO og SOLO kappingar:
DUO KAPPING
19:00 | 19:40 | 20:20
Pausu
(Bíleggja Pizza67 kl 20:20, maturin klárur til pausuna)
40 min pausu
SOLO KAPPING
21:05 | 21:45 | 22:30
(Bíleggja Pizza67 kl 22:30, maturin klárur til pausuna)
pausu uppá 40 min
CUSTOM GAME – FUN GAMES
(avgreiðsla verður umvegis Facebook)
23:20 | 00:00
(Møguliga bíleggja vit pizza her, klokkan 00:00)
Leygardagin
er SQUAD kapping við vinningar:
Bíleggja Pizza67 klokkan 18:00, klárt 18:35
SQUAD KAPPING:
19:00 | 19:40 | 20:20
(Bíleggja pizza67 kl 20:20, maturin klárur til pausuna)
40 min pausu
SQUAD KAPPING:
21:05 | 21:45 | 22:30
(Bíleggja pizza67 kl 22:30, maturin klárur til pausuna)
pausu uppá 40 min
SQUAD KAPPING:
23:20 | 00:00
(Møguliga bíleggja vit pizza her, klokkan 00:00)