Hví akkurát FIFA?

FIFA eCup hevur til endamál, at vinna pening til Krabbameinsfelagið. Hví hava vit valt at vinna pening ígjøgnum FIFA og ikki á onkran annan hátt?
Teir flestu av okkum, ið fyriskipa FIFA eCup, hava spælt FIFA síðan vit vóru smádreingir í 90unum og fyrst í 2000. FIFA spølini hava fylt ótrúliga nógv sosialt fyri okkum allir og tad ger tað enn í dag.

Kappingarsinnaðir sum vit allir eru, halda vit at FIFA hevur manglað eina scenu í Føroyum. Onnur spøl, so sum Counter Striker og Dota, hava longu eina scenu gjøgnum eSport Føroya. Hesar kappingar hava gingið serstakliga væl gjøgnum árini. Nú halda vit sum fyriskipa FIFA eCup, at tíðin er komin at hava eina lívliga FIFA scenu sum hjá hinum spølinum.

Vit vóna, at vit fáa góda undirtøku og at savna nógvan pening inn til Krabbameinsfelagið við at spæla FIFA. Góða FIFA eCup!


Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.

Fifakappingin verður hildin í Perluni í Tórshavn tann 17. og 18. september 2021 og tilmelding fer fram á esport.fo 

Cart
  • No products in the cart.